Vegleiðing um skiljing av burturkasti

IRF hevur gjørt eina vegleiðing um skiljing av burturkasti hjá bæði vinnu og stovnum.

Serligur dentur er lagdur á at vegleiða stovnum og vinnu til at skilja burturkasti til endurnýtslu, í tráð við hugsjónina um ringbúskap.

Á ein einklan hátt er eisini lýst, hvussu vinnuburturkast skal skiljast, so tað ikki er til vanda ella dálking fyri fólk ella umhvørvi, samstundis sum víst verður á tær sparingar, sum eru við at endurnýta heldur enn at brenna gott tilfeingi.

Vegleiðingin kann takast niður her: 

Vinnuvegleiðing

Guide IRF