Verkætlanarleiðari til KT-økið

IRF søkir eftir verkætlanarleiðara til at menna og styrkja KT-økið hjá fyritøkuni.

Talan er um eitt nýtt starv hjá IRF, har tú fært ábyrgd av og ávirkan á framhaldandi talgildingina av fyritøkuni.

Seinastu árini hevur IRF gjørt stórar íløgur á KT-økinum og m.a. innført nýggja talgilda stýring av bíleggingum og bilum. Tørvurin á talgildum loysnin veksur støðugt, og sum verkætlanarleiðari hjá IRF kemur tú m.a. at:

  • Skipa og menna KT-økið
  • Samskipa verandi verkætlanir
  • Menna og seta í verk nýggjar KT-loysnir
  • Hava fíggjarliga ábyrgd av KT-verkætlanum
  • Gera mannagongdir innan økið

Førleikar og útbúgving

  • Viðkomandi ástøðilig, hægri útbúgving
  • Viðkomandi royndir á KT-økinum
  • Viðkomandi royndir við verkætlanarleiðslu
  • Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir og/ella kunnleika at arbeiða við dátavøruhúsi.

Setanarviðurskifti- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er í Leirvík. Tú kemur at vísa til fíggjarleiðaran hjá IRF.

Starvið verður lønt og flokkað sambært sáttmála hjá avvarðandi yrkisfelagi.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum 1. oktober 2020. Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Arne Ree Winthereig á tlf. 23 42 16.   

Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin, 9. august 2020. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: irf@irf.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger 42.000 tonsum av burturkasti. Talgild menning og framkomnar KT-loysnir eru ein fortreyt fyri, at kann IRF mennast, soleiðis at bæði innsavningin og hagreiðingin av burturkasti gerast umhvørvisliga og fíggjarliga skynsom.

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.