VINNA

Verjið umhvørvið:

  • Latið ikki seyðaskinn til brenningar – tað dálkar.
  • Tømið vemburnar – fullar vembur dálka.
  • Latið blóð og vatn seta frá, áðrenn leivdir frá slakti verða burturbeindar
  • Latið innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligur bingjurnar.

Visti tú, at nakað av tí sum dálkar allarmest at brenna hjá IRF eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum.