IRF ber posar út í viku 12 og 13

IRF-posar

Í viku 12 verða grá IRF-rull borin út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.

Grá IRF-rull verða borin út tvær ferðir árliga (í viku 12 og 38). Í hvørjum rulli eru 28 gráir posar. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eyka posar til hvørt hálvár.

Hvít IRF-ull verða borin út eina ferð um árið (í viku 13). Í tí hvíta rullinum eru 14 posar.

Nýggjur reyður IRF-posi verður latin, so hvørt reyði posin verður heintaður.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp, pappír og bleytt plast. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr, og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Stórt húski?
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Les meira her.

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?

Papp, pappír og bleytt plast skal latast í hvíta posan hjá IRF. Les meira um hvíta posan her.

Battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskir lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast skal latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.

Konservesdósir, jarnlok, proppar og annað smátt jarn kann latast í jarnbingjuna á kommunala endurvinningarplássinum. Les meira um skiljing av jarni her og her.

Glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur kunnu latast inn á flestu kommunalu endurnýtsluplássini. Les meira um skiljing av glasi her.

Nýt ikki IRF-posarnar til annað enn ruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF til rudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing, havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypa fleiri IRF-posar.




Suðuroy: IRF-álmanakkin 2026

Hevur tú fingið IRF-álmanakkan 2026 í postkassan?

IRF-álmanakkin fyri 2026 er nú borin út í øll hús í Suðuroy. Á honum stendur m.a., nær hvítu posarnir verða heintaðir í ávikavist sunnaru og norðaru helvt av oynni.

Á álmanakkanum er eisini onnur kunning frá IRF um t.d. skiljing í hvíta og reyða posa og um útbering av nýggjum posum.

Ongan álmanakka fingið?

Til ber at taka talgilda álmanakkan fyri 2026 niður her:

Prentað eintøk kunnu eisini eftir avtalu fáast á IRF-støðini í Trøllavík 🌱

Hvat kanst tú lata í hvíta posan?

Hvíti posi er til endurvinningar av pappi, pappíri og bleytum plasti. Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír, papp og bleytt plast frá burturkastinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappírí og ein kláran posa til bleytt plast, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan.

  • Alt reint papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
  • Reinar pitsaeskjur
  • Reinir eggjabakkar
  • Vanligt gávupappír
  • Bleytt plast (bæði klárt og litiað) samlað í ein kláran posa og knút á

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.

Hvat kann IKKI latast í hvíta posan:

  • Skitið ella vátt pappír/eskjur
  • Pappír við matleivdum á
  • Papp við nógvari máling á
  • Djús-, jogurt- og mjólkarpakkar
  • Persónlig skriv og myndir
  • Dálkaðar pitsaeskjur
  • Dálkaðir eggjabakkar
  • Folio-gávupappír og gávubond

Hvítir posar verða bornir út eina ferð um árið

Rull við hvítum posum verða borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF eina ferð um árið (í viku 13). Í rullunum er 14 posar, og er hetta roknað til eitt ársbrúk hjá einum vanligum húsarhaldi.




Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk beinast burtur?

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurvinningarpláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurvinningarpláss og upplatingartíðir her.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF




Nýggja panthøllin fingið leiðara

IRF hevur sett Mortan Olsen í starv sum leiðara fyri Panthøllina hjá IRF. Panthøllin er ein týðandi liður í nýggju landsfevndu pantskipanini, sum verður sett í verk fyrra hálvár 2026. Mortan fer at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum, teknisku skipanunum og verður við at menna føroysku pantskipanina. Mortan byrjar í nýggja starvinum 1. januar.

Mortan er 38 ára gamal og búsitandi í Hósvík. Hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari og hevur drúgvar royndir innan bæði tøkni og leiðslu. Hann hevur m.a. starvast hjá Bakkafrost sum maskinmaður og OT-tøkningur, hjá Landsverk sum økisleiðari og leiðari fyri veghaldið, og kemur nú úr einum starvi sum lærari á el-deildini á Tekniska skúla í Klaksvík.

Arbeiðið við nýggju panthøllini gongur væl. Høllin er innilokað, og í løtuni verða maskinur og annar útbúnaður settur upp í høllini, samstundis sum arbeiðið at gera høllina lidna heldur fram.

Um Panthøllina

Nýggja skipanin hevur við sær, at IRF fer at heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum, og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men við tíðini kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminium.

Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning fyri Føroyar.

Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja, at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu.




Móttøkan í Trøllavík stongd 6. og  7. november

Trøllavík

Vegna viðlíkahaldsarbeiði er móttøkan í Trøllavík stongd hósdagin og fríggjadagin, 6. og 7. november. Opið aftur sum vanligt mánadagin 10. november.
Húsarhaldsposarnir í Suðuroy verður tó heintað sum vanligt. Eisini verða bingjurnar á endurnýtsluplássunum tømdar sum vanligt.




Bókaframløga og smakkroyndir úr avroðum Í Varpinum í kvøld 6. okt. kl. 20

Hevur tú hug at royna smakkríkar rættir úr avroðum? Kom so við til forvitnisliga tiltakið í Varpinum í Klaksvík í kvøld, 6. oktober, kl 20.00. Nýggja bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” verður miðdepilin um hugtakandi sofaprát og forkunnugar smakkroyndir við rættum úr bókini.

Tað eru Kvinna og IRF, sum skipa fyri tiltakinum, sum eisini er partur av Virkið Heyst skránni hjá Klaksvíkar kommunu!

Skrá fyri kvøldið:

  • Kvinna bjóðar vælkomin
  • Sofaprát við Sigurd L. Lamhauge, stjóra, og Lenu L. Mohr, samskiftisráðgeva, hjá IRF um avroð, ið endar sum burturkast
  • Ingibjørg Hansen syngur tvey løg
  • Sofaprát við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra, um avroð fyrr og í dag
  • Sofaprát við Rannvá Beder, kokk, um at gera mat úr avroðum til bókina
  • Síðan bjóða vit smakkroyndir úr bókini við onkrum leskandi afturvið, meðan Ingibjørg Hansen spælir tvey løg afturat.

Tiltakið er ókeypis. og øll eru hjartaliga vælkomin! Til ber at melda seg til tiltakið her.

Nýggja bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” verður til keyps fyri ein góðan prís.

Um nýggju bókina “Tað, sum eftir er”
Nýggja bókin, Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, gevur avroðum úr seyði nýtt lív – tilfeingi, ið fyrr var sjálvsagt í føroyska køkinum, men sum í dag verður brúkt alt ov lítið og í stóran mun verður burturbeint.
Á 184 litríkum og innihaldsríkum síðum bjóðar bókin fram fjølbroyttar, nútímans uppskriftir, har tríggir dugnaligir kokkar vísa, hvussu vit kunnu gera avroð bæði spennandi og smakkrík aftur.
Men bókin er ikki bert ein uppskriftsbók. Hon er eisini ein frásøgn um felagsskap, siðvenju og minnir – og ein áheitan um at hugsa burðardygt, tá ið vit matgera. Í bókini eru eisini greinar og samrøður, ið varpa ljós á avroð og tilfeingi úr seyði, og sum samstundis minna okkum á týdningin av at brúka allan seyðin.
IRF hevur latið bókina gjørt saman við Kvinnu.

Tað sum eftir er fæst longu nú á kvinna.fo og í hesum bókahandlum: El-in og Visit North í Klaksvík, Rit & Rák og H. N. Jacobsens Bókahandli í Tórshavn, Bókabúðini í Saltangará, og Tangabúðini á Tvøroyri.




IRF vil kveikja áhugan fyri avroðum

IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.

Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

Endamálið við Avroð.fo er:

· At knýta samband millum fólk og bóndir, sum vilja selja avroð.

· At geva íblástur og góð ráð til, hvussu avroð kunnu nýtast á ein spennandi og nútímans hátt.

Á heimasíðuni finnur tú eitt yvirlit yvir veitarar, sum selja avroð. Tey, ið eru áhuga í avroðum, kunnu seta seg í samband við veitarar, og bíleggja avroð, tá farið verður á fjall. Hetta tryggjar, at tú fært fatur á frískum og góðum rávørum, sum kunnu nýtast í køkinum alt árið.

IRF vil við nýggju síðuni vera við at skapa virðing fyri avroðum – sum góðan, sunnan og kanska eisini forvitnisligan mat.




Nýggja panthøllin reist

Í gjár, 11. september, varð nýggja panthøllin hjá IRF í Sandavági reist. Høllin er eitt týðandi stig í umleggingini av pantskipanini í Føroyum. Hetta merkir, at vit nú eru eitt stórt fet nærri at seta nýggju landsfevndu pantskipanina í verk.

Panthøllin, sum verður miðstøð í skipanini, fer at taka ímóti øllum pantíløtum – ikki bert frá drykkjuvørum, men við tíðini helst eisini frá øðrum plast-, glas- og aluminiumsíløtum, tá skipanin er klár til tað. Nýggja skipanin fer at gera einfaldari hjá fólki kring landið at lata inn íløt til endurnýtslu og endurvinning. IRF fer at umsita skipanina og tryggja, at íløtini verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurnýtslu.

Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita nýggju pantskipanina, og verður skipanin klár at taka í nýtslu í vár.




Hevur tú ongan posa eftir?


IRF ber gráar posar út í viku 38.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Í tí hvíta rullinum, sum verður borið út eina ferð um árið, eru 14 posar.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið
Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Stórt húski?
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Les meira her.

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?
Papp og pappír Papp og pappír skal latast í hvíta posan hjá IRF. Les meira um hvíta posan her.

Konservesdósir og annað smátt jarn kann latast í jarnbingjuna á kommunala endurnýtsluplássinum

Battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskir lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast skal latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.

Glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur kunnu latast inn á flestu kommunalu endurnýtsluplássini. Les meira um skiljing av glasi her.

Klárt bleytt plast kann eisini skiljast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. Er talan um stórar mongdir av klárum plasti, kanst tú eisini lata tað inn á kommunala endurnýtsluplássið. Dømir um bleytt plast:

  • Bløðruplast
  • Pakkiplast frá vøruplattum, møblum, klæðum og øðrum tílíkum
  • Plast, sum bløð og lýsingar eru í
  • Tunnu plastposarnar í handlum til frukt og grønmeti
  • Bleyti plastpakkin í legodósum og øðrum spølum/vørum.

Nýt ikki IRF-posarnar til annað enn ruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF til rudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing, havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypa fleiri IRF-posar.




Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum á vitjan

Umhvørvi

Í góðveðrinum í gjár, mikudagin 27. august, var landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, á vitjan hjá IRF á Hagaleiti. Endamálið við vitjanini, var at kunna seg um virksemið hjá IRF og umrøða aktuell mál.

Byrjað varð við eini framløgu og síðani varð landsstýriskvinnan víst runt á oljureinsiverkinum, serliga vandamiklum burturkasti, skiljihøllini fyri pappír, papp, plast og pant og móttøkuhøllini. Farið varð ikki í ovnhøllina henda dagin, tí ovnurin var sløktur vegna regluligt viðlíkahald.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, greiddi frá virkseminum hjá IRF, lýsti umhvørvisátøk, sum IRF hevur gjørt, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Tosað varð eisini um, hvussu ein størri partur av burturkastinum kann endurnýtast, um nýggju pantskipanina, sum eftir ætlan kemur at virka fyrst í komandi ári, og eisini varð nomið við nýggju burturkastkunngerðina, sum Landsstýrið arbeiðir við.

Á burturkastøkinum eru nógvar avbjóðingar, men eisini fleiri møguleikar fyri menning. Eitt nú er ein royndarverkætlan í gongd, har ætlanin er at endurvinna glas og keramikk í Føroyum, ístaðin fyri at senda glasið uttanlands til endurvinningar og at tyrva keramikkið í Føroyum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri, fegnast um vitjanina.
– Bæði pantskipanin og nýggja burturkastkunngerðin eru tvey týdningarmikil mál, tá vit skulu gera nakað munagott á burturkastøkinum. IRF ynskir at hava ein aktivan leiklut í arbeiðinum við burðardygd, har vit í størri mun síggja burturkast sum virðismikið tilfeingi, sigur Sigurd L. Lamhauge.




Samstarvsavtala millum Vinnuháskúlan og IRF

19. mai varð samstarvsavtala undirskrivað millum Vinnuháskúlan og IRF, ið merkir at IRF nú kann hava maskinmeistaraaspirantar í starvsvenjing í upp til 90 dagar/ 3 mðr. sum ein part útbúgvingini.

Hetta er ein nýggjur spennandi møguleiki hjá okkara starvsfólkum at læra frá sær, og ein møguleiki hjá okkum at vísa teimum, ið eru undir útbúgving til maskinmeistara, at IRF er eitt møguligt arbeiðspláss tá ein er liðugt útbúgvin.

Avtalan er gjørd sbrt. Kunngerð nr. 46 frá mai 2015 um starvsvenjing hjá skiparum, skipsførarum, maskinmeistarum og maskinistum undir útbúgving (Aspirantkunngerðin).




Nýggja nevndin farin til verka

Á aðalfundi hjá IRF, sum var á Sandi 29. apríl, varð nýggj nevnd vald. Í gjár var nýggja nevndin savnað til sín fyrsta fund, sum bleiv hildin á Hagaleiti í Leirvík.

Í nýggju nevndini sita Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

Á skránni til hendan fyrsta fundin var dentur lagdur á kunning og framløgur, soleiðis at nýggju nevndin er væl klødd til nýggju uppgávuna. Harumframt var eisini tíð til eina rundvísing á brennistøðini, móttøkuhøllini, skiljihøllini, oljureinsiverkinum og í serhøllini.
Nevndin hjá IRF verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval fyri fýra ár. Nevndarlimirnir umboða hvør sítt øki í landinum.

Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast og spillvatn á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF hevur skyldu at taka ímóti øllum burturkasti, og tí skal IRF eisini ganga á odda á burturkastøkinum.




Skøra skal burturbeinast – uttan mold

Nú er tíðin komin, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna. IRF heitir á kommunur um, at minna borgarar og felagskapir á, hvussu skøran skal burturbeinast.

  1. Skøra skal latast til IRF til brenningar
    Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt og lætt, skal hon latast til IRF til brenningar sambært nærri avtalu við IRF.

  1. Moldin má bustast væl av rótini
    Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót. Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF. Tí heitir IRF á øll um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum gjørligt fylgir við skøruni, tá ið hon verður burturbeind.

Hevur tú spurningar ella ert tú í iva, ring til IRF á tel. 41 42 43.




Ársfrásøgn 2024: Umráðandi at fáa hagtøl fyri burturkastið

IRF hevði aðalfund í gjár 29. apríl, hesa ferð á Sandi. Ársúrslitið fyri 2024 er 3,9 mió. kr. Starvsfólk okkara tóku ímóti og hagreiddu 36.113 tons av burturkasti, sum er 0,6% meira enn undanfarna ár. Býtið millum viðgerðarhættirnar av burturkasti – brenning, endurvinning og tyrving – hevur verið støðugt. Økt samstarv á ymiskum økjum og fleiri leikarar á burturkastmarknaðinum gera tað neyðugt at savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at vita, hvussu gongdin er í Føroyum.

Nøktandi úrslit
Ársúrslitið gjørdist 3,9 mió. kr., sum er 3,8 mió kr betri enn í 2023.

Bruttoúrslitið fyri 2024 gjørdist 77,8 mió. kr., sum er 7,6 mió. kr. betri enn í 2023. Inntøkurnar eru 788 tkr. minni enn mett, og útreiðslurnar eru 2,6 mió kr. minni enn mett frammanundan. Í 2024 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 11,7 mió kr. Til samanberingar kann nevnast, at í 2023 vórðu íløgur gjørdar fyri 18,6 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 308 mió. kr. í 2024 í mun til 311. mió. kr. í 2023.

Burturkastnøgdirnar
Í 2024 tók IRF ímóti 36.113 tonsum av burturkasti. Hetta er 0,6% meira enn í 2023, tó beint undir miðalnøgdirnar seinastu fimm árini. Av samlaðu burturkastnøgdunum vórðu 63,6% brend, 24,0% fóru til endurvinningar, og 12,3% vórðu tyrvd. Samanborið við 2023 lækkaðu nøgdirnar at brenna 0,5 prosentstig í 2024. Endurvinningarnøgdirnar lækkaðu 1,3 prosentstig. Og nøgdirnar at tyrva hækkaðu 1,8 prosentstig.

Viðvíkjandi vøkstrinum í tyrvinøgdunum er týdningarmikið at hava í huga, at við nýggju støðini í Nýggjheiðum tekur IRF nú ímóti tyrviburturkasti úr øllum Føroyum. Tað byrjaði IRF við í mai 2023.

Viðvíkjandi minkingini í endurvinningarnøgdunum eru tvær týðandi broytingar. Í undarfarnu ársfrásagnum varð reinsaða vatnið á oljureinsiverkinum tikið við sum endurvunnið tilfar. Tað verður tað ikki í hesi og komandi ársfrásøgnum. Hetta broytir samlaðu burturkastnøgdirnar og lutfalsliga býtið í millum endurvinning, brenning og tyrving. Harumframt eru fleiri privatar fyritøkur komnar inn á marknaðin seinastu árini, sum annaðhvørt endurvinna tilfar í Føroyum ella útflyta og selja tilfar til endurvinningar.

Umhvørvisliga eru hesar broytingingar góðar. Men tær undirstrika, at tað er neyðugt, at vit í Føroyum savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at fáa ta samlaðu myndina fyri Føroyar. Herundir tølini hjá IRF, tølini hjá Kommunalu brennistøðini í Tórshavnar kommunu, og tølini hjá føroyskum fyritøkum, sum gagnnýta ella flyta burturkastbólkar av landinum. Tástani fáa vit veruliga býtisprosentið í millum brenning, endurvinning og tyrving av øllum burturkastinum í Føroyum.

Nýggja pantskipanin í Føroyum ein týðandi íløga í framtíðina
Við nýggju pantskipanini fara vit frá at hava 12 ymiskar pantskipanir til at hava eina felags pantskipan fyri alt landið. Endamálið við skipanini er einfalt: Tað skal vera lætt fyri brúkaran at sleppa av við øll pantíløt á einum stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma aftur í ringrás. Harumframt verður tað lættari hjá handlum at handfara íløtini, tí frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glasfløskur, plastfløskur og aluminiumsblikk.

Tað var Umhvørvismálaráðið, sum heitti á IRF um at umsita pantumskipanina, og í 2024 varð løgtingslógin um nýggju pantskipanina samtykt. Í desember 2024 gjørdi IRF sáttmála við MTV Byggivirkið at byggja nýggju panthøllina hjá IRF í Sandavági. Panthøllin verður avhendað tann 30. mars 2026. Og í fyrru helvt av 2026 verður nýggja pantskipanin virkin.

Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent
Nýggja reinsiverkið og tyrvimóttøkan hjá IRF í Nýggjheiðum varð tikin í nýtslu í 2023. Og í 2024 varð henda nýggja støðin eisini ISO-góðkend sambært umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001. Síðani 2021 hava allar aðrar støðir hjá IRF verið ISO-góðkendar. Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.

IRF gjørt nýtt tilfar til miðdeild í fólkaskúlanum
IRF arbeiðir støðugt við at gera føroyskt tilfar, sum økir vitanina hjá børnum og ungum um umhvørvis- og burturkastøkið og týdningin at skilja rætt. Í 2024 gjørdi IRF eitt blað sum ískoytistilfar ætlað miðdeild í fólkaskúlanum í limakommununum, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið. Í 2022 gjørdi IRF føroyskt tilfar til yngru børnini í forskúla-/skúlabólkaaldri.

IRF farið undir at menna CO2 hagtøl
Í 2024 er nógv orka løgd í at arbeiða við hagtølum, sum vísa útlátið av øllum teim ymisku burturkastbólkunum, sum IRF tekur ímóti. Tøl, sum vísa, hvussu útlátið verður ávirkað, um ein burturkastbólkur t.d. verður endurvunnin heldur enn brendur ella tyrvdur.

Eitt týdningarmikið úrslit av CO2-hagtølunum er, at IRF fer at veita føroyskum vinnulívi nágreinilig tøl fyri, hvussu stórt CO2-útlát stendst av tí burturkasti, sum vinnan letur IRF.

Gunnvá avloysir Gunvá
Á ársaðalfundinum varð nevndin vald av nýggjum, og hesi vórðu vald: Annika Steintórsdóttir Biskopstø (umboðandi Norðoyggjar), Atli Fróði Johansen (umboðandi Eysturoy), Frank Müller (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), Gunnvá S. á Lofti (umboðandi Vágar), Davia Nicolajsen (umboðandi Sandoy) og Alvi Mortensen (umboðandi Suðuroy). Hetta er fyrstu ferð, at nevndarbýtið er javnt millum kynini. Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Gunnvá S. á Lofti sum forkvinnu og Alva Mortensen sum næstformanni.

Fimm limir í undarfarnu nevnd vórðu skiftir út. Í undanfarnu nevnd vóru: Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna (umboðandi Norðoyggjar), Oluf Müller, næstformaður (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), og teir fýra nevndarlimirnir Hans Anders Jacobsen (umboðandi Eysturoy), Jóanis Albert Nielsen (umboðandi Vágar), Bjarki Henriksen (umboðandi Sandoy) og Alvi Mortensen (umboðandi Suðuroy).

Nevndin hjá IRF verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval fyri fýra ár, við limum úr kommunustýrunum. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Nýggja nevndin saman við stjóranum hjá IRF
F.v. Davia Nicolajsen, Alvi Mortensen, næstformaður, Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

Ársfrásøgnin fyri 2024 kann lesast her




Gunnhild Dahl Niclasen nýggjur umhvørvisleiðari hjá IRF

Gunnhild Dahl Niclasen er í dag byrjað sum umhvørvisleiðari hjá IRF.

Gunnhild er útbúgvin MA í Humanvistfrøði á Lunds Universtiteti og Bachelor í stjórnmálafrøði á Setrinum. Hon kemur úr einum lærarastarvi á Tekniska skúla í Klaksvík, har hon hevur undirvíst í samfelagsfrøði. 

Umframt at hava skrivað bókina Matur – okkara virðismikla tilfeingi, hevur Gunnhild hildið nógvar fyrilestrar um burðardygd, umhvørvistrupulleikar og matoyðsl seinastu árini. Hon hevur eisini fyriskipað umhvørvistiltøk fyri kommunur og áhugafelagsskapir.

“Eg eri sera glað fyri møguleikan at royna meg sum umhvørvisleiðara hjá IRF. Eg havi stóran áhuga í umhvørvinum og haldi tað vera sera spennandi at arbeiða við, hvussu vit í størst møguligan mun kunnu minka um ruskmongdirnar og gagnnýta tilfeingið skilabetri.

Saman við dugnaligu starvsfólkunum hjá IRF, verður tað spennandi at vera við til at føra IRF víðari fram á grønu kósini, at minka um CO2-útlát okkara og at flyta føroyska samfelagið nærri ringbúskapinum.”




Vit bera posar út í viku 12 og 13

Í viku 12 verða grá IRF-rull borin út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á hesi síðu. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. 

Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja

  • Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið. Annars fert tú at mangla posar.
  • Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta. Hvat kann eg lata í hvíta posan?
  • Skil bleytt plast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. T.d. vanligt bleytt plast, bløðruplast og pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast her.
  • Skil battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.
  • Skil glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur frá lat inn á endurnýtsluplássið. Les meira um skiljing av glasi her.
  • Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá og lat í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum. Les meira um skiljing av jarni her.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.




Suðuroy: IRF-álmanakkin 2025

Hevur tú fingið IRF-álmanakkan 2025 í postkassan?

IRF-álmanakkin fyri 2025 er nú borin út til øll hús í Suðuroy. Á honum stendur m.a., nær hvítu posarnir verða heintaðir í ávikavist sunnaru og norðaru helvt av oynni.

Á álmanakkanum er eisini onnur kunning frá IRF um t.d. skiljing í hvíta og reyða posa og um útbering av nýggjum posum.

Ongan álmanakka fingið?

Um tú hevur klisturmerkið ”Ongar lýsingar – takk” á postkassanum, fært tú ikki prentaða álmanakkan frá IRF.

Prentað eintøk kunnu eisini eftir avtalu fáast á IRF-støðini í Trøllavík🌱

Hvat kanst tú lata í hvíta posan?

Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír og papp frá burturkastinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappír, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan.

Mestsum øll sløg av pappíri og pappi kunnu latast í hvíta posan. Fyrr vóru krøvini til pappírendurvinning strangari, men í dag er einasta kravið, at tað ikki er illa dálkað av ki illa dálkað av máling, feitti ella matleivdum.




Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk beinast burtur?

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurvinningarpláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurvinningarpláss og upplatingartíðir her.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.




Sáttmáli undirskrivaður um panthøll

Í dag er sáttmáli undirskrivaður millum IRF og MTV Byggivirkið um bygging av nýggjari panthøll. Staðsetingin av panthøllini er í Sandavági, og byggingin fer í gongd beinanvegin. Bygningurin verður gott 1.000 fermetrar og skal m.a. rúma skiljimaskinum, goymslu, móttøku og fyrisiting.

Tað er MTV Byggivirkið, sum er byggiharri, arkitektafyritøkan Henning Larsen hevur teknað bygningin, og PB Consult er høvuðsráðgevi.

Panthøllin skal standa klár tann 30. mars 2026, tá ið nýggja pantskipanin eftir ætlan verður sett í verk.  

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, og Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, skrivaðu undir sáttmálan.

Fleiri partar varða av verkætlanini. Her standa forkvinnan í IRF, Gunvá við Keldu, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, saman við umboðum frá MTV Byggivirkið, Henning Larsen arkitektum, PB Consult umframt nevndarlimum og leiðslu hjá IRF.




Nýggjar rutur á Sandoynni

IRF innsavning

Innsavningin hjá IRF á Sandoynni verður frá nú av skipað eitt vet øðrvísi.

Innsavning av posum frá húsarhaldum

Allir húsarhaldsposarnir hjá IRF heintaðir týsdag á Sandoynni. Hetta er galdandi fyri gráa, hvíta og reyða posan.

Í hesum sambandi vilja vit eisini nýta høvið at vísa á reglugerðina, sum er galdandi fyri ruskstativ og posar í øllum økjunum hjá IRF. Les meira her.

Virkir og bingjupláss

Spannir hjá virkjum verða nú fast tømdar týsdag.

Spíssbingjur hjá virkjum og bingjuplássum verða nú altíð tømdar hósdag.

Papp frá virkjum og bingjuplássum verður framvegis tikið fyrsta fríggjadag í mánaðinum.