GRÁI POSIN

image_pdf

Grái ruskposin er til dagliga húsarhaldsruskið at brenna. Grái posin verður tikin einaferð um vikuna. Posarnir verða vanliga heintaðir millum klokkan 07 og 16, undantikið í vikum við halgidøgum og frídøgum.

Grái posin er ætlaður til ruskstativið. Nýt hann ikki til annað, tí annars fert tú at mangla.
Tú fært posar til eina ársnýtslu frá IRF. Hevur tú tørv á fleiri posum, kanst tú keypa teir í ávísum handlum, sí yvirlitið niðanfyri. Minst til, at IRF bert savnar posar við egnum frámerki á.

Reglugerð:
  • Grái posin skal hava egið stativ uttanfyri húsini. Stativið skal standa á sjónligum stað frá koyrivegi.
  • Stativið má í mesta lagi standa 20 metrar frá koyrivegi.
  • Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjari ogn.
  • Posin skal vera ein gráur IRF-posi.
  • Gonguleiðin til stativið skal verða sløtt, ljós og ruddilig. Tá ið hált og kavi er, skal gonguleiðin vera ruddað og trygg at ganga á.
  • Einki spískt má latast beinleiðis í gráa posan.
  • Bint knút á smáu ruskposarnar, áðrenn tú letur teir í gráa posan.
  • Grái posin má í mesta lagi viga 20 kg.
  • Grái posin má ikki fyllast upp um strikuna, sum gongur tvørturum posan í erva.
  • Hundar og onnur djór mugu ikki vera til ampa fyri innsavnaran.
Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til:

• Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla.
• Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
• Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
• Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
• Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið

Gráir posar í summarhúsum/frítíðarhúsum

Limakommunurnar hjá IRF rinda fyri, at húsarhaldsruskið hjá øllum borgarum við skrásettum bústaði í kommununi, verður heintað. Er talan sostatt um stutttíðar leigumál, summarhús, frítíðarhús og tílíkt, má eigarin av hesum bústaði keypa eyka gráar posar til endamálið. IRF heintar bert posar við frámerki felagsins og avtala má gerast um heinting. Yvirlitið niðast á hesi síðu vísir, hvar gráir keypsposar fáast til keyps.

Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið var heintað og burturbeint á rættan hátt.

Stór húskir v.m.

IRF letur hvørjum húski gráar posar til eitt ársbrúk. Hetta er partur av tí tænastu, sum kommunan hjá tær rindar fyri. Posarnir verða latnir í mars og september.

1-5 fólk í húsarhaldinum: Fáa ein posa um vikuna.

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið.

Í heilt serligum føri kann verða talan um húski, har umstøðurnar eru so háttaðar, at tørvur er á fleiri posum. Í slíkum føri kann ringjast til egnu kommunu at biðja um fleiri posar.

Posin ikki tikin? 

Er posin ikki tikin, og ongin fráboðanarlepi frá IRF í postkassanum, kannar tú fyrst eftir, um tú hevur fylgt reglugerðini, sum eru fyri innsavning av posum. Ert tú sannførd/ur um, at allar reglugerðirnar eru fylgdar, ring so til IRF á telefon 41 42 43 ella send teldupost til irf@irf.fo, og sig frá, at posin ikki er tikin.

Handlar sum selja gráa posa

Rullini við gráum posum kosta 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli.

Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Gráir posar fáast til keyps á hesum støðum:

  • Fuglafjørður: FK handilin
  • Klaksvík: FK handilin og FAST
  • Leirvík: EFFO støðin
  • Miðvágur: FK handilin
  • Norðragøta: PE handilin
  • Norðskála: Á handilin
  • Saltangará: FK handilin og FAST
  • Sandur: Rólant Vidtfeldt.
  • Skála: Skálin
  • Strendur: Stranda Sentrum
  • Sørvágur: PE handilin
  • Suðuroy: IRF-støðin í Trøllavík
  • Suðuroy: FK í Trongisvági
  • Vestmanna: Á Vestmanna