Dátuverndarkunning í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum í IRF
IRF sum er dátuábyrgdari viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við tær tænastur IRF bjóðar tær.
Í høvuðsheitum er talan um skráseting og goyming av persónsupplýsingum til hesi endamál:
- Heinta húsarhaldsrusk og endurnýtslutilfar (Navn, bústaður og telefon nummar)
- Tøming av bingju (navn, bústaður, telefon nummar og teldupost)
- Tøming av rottanga (navn,bústaður og telefon nummar)
Heimildin fyri viðgerðina av persónsupplýsingum, sum fer fram er §8, stk.1 nr. 5 og nr. 2, sum er at viðgerðin er neyðug til tess at útinna uppgávur, sum eru álagdar okkum at gera ella fyri at kunna halda avtalu við teg í sambandi við aðrar tænastur frá okkum t.d. bíleggja bingju.
Í summum førum fáa vit ávísar upplýsingar frá kommununi t.d. í sambandi við broyting av bústaði ella tali av persónum í húsarhaldinum.
IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum við undantakið av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag.
Víðarigevingin frá kommunu til IRF hevur somu heimild, sum nevnt omanfyri.
Goymsla
Persónsupplýsingarnar verða goymdar á tryggum servarum hjá veitara í Føroyum. Atgongdin til hesar upplýsingar eru avmarkaðar, og atgongd fæst bert í sambandi við eina ítøkiliga arbeiðsuppgávu.
Striking av persónsupplýsingum
Upplýsingarnar verða strikaðar, tá tað ikki longur er tørvur hjá IRF at hava tær, ella í seinasta lagi 5 ár eftir at avtalan millum partarnar er uppsøgd.
Tagnarskylda
Starvsfólk hjá IRF og hjá veitarum hjá IRF hava tagnarskyldu viðvíkjandi øllum viðurskiftum, sum viðvíkja viðskiftafólki hjá IRF.
Hevur tú spurningar til viðgerð av persónsupplýsingum, kanst tú venda tær til okkara Dátuverndarfólk á dpo@irf.fo
Tíni rættindi
Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar í ávísum føri.
Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar á einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
tel:309100