Brennistøðin
Brennistøðin á Hagaleiti varð tikin í nýtslu í 1989, og hon varð seinast umvæld og bygd út í 2018. Brennistøðin hevur eina brenniorku upp á 3,2 t/tíma, og hon er í gongd so at siga alt samdøgrið.
IRF leggur stóran dent á at verja umhvørvið, og hevur Umhvørvisstovan nú staðfest, at roykurin frá Brennistøðin ikki dálkar umhvørvið á Hagaleiti. Í árligu árinskanningunum, ið eru gjørdar við Brennistøðina á Hagaleiti, sæst, at tølini liggja væl undir markvirðini fyri dioxin og tungmetallir í grasi, mold og í kanningunum av seyði og lombum. Í 2016 fekk IRF boð frá Umhvørvisstovuni, at av tí at eingin dálking stendst frá roykinum á Brennistøðini, er ikki neyðugt at gera fleiri árinskanningar í framtíðini.
Móttøkuhøllin á Hagaleiti
Í 2020 varð nýggja Móttøkuhøllin á Hagaleiti tikin í nýtslu. Umframt at geva bæði IRF og vinnuni betri umstøður til at skilja burturkast frá til endurvinning, verður nýútbygda Brennistøðin og økta brenniorkan hjá IRF nú eisini fult gagnnýtt.
Í nýggju høllini er ein brunnur, ið rúmar 450 m3. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu.
Endurvinningarhøllin á Hagaleiti
IRF hevur á Hagaleiti endurnýtslu til pappír, papp, plast, v.m. Høllin varð tikin í nýtslu í 2001.
Tá ið endurnýtslutilfar kemur inn, verður tað skilt í hóskandi flokkar, buntað og sent uttanlands til endurnýtslu. Endurnýtslan er vaksandi og arbeiðir IRF fram ímóti at endurnýta sum mest av tí burturkasti, sum kemur inn.
Jarnpláss og umlastingarpláss á Gjánoyri
Endurnýtsluplássið er umhvørvisgóðkent og tekur ímóti jarni og metalli til endurnýtslu, umframt trol og gørn.
Harafturat tekur støðin ímóti burturkasti at tyrva. Tyrviburturkast er asbest, keramikk, pvc, gips og annað tilfar, sum ikki hóskar at brenna ella at vera endurnýtt.
Umlastingarstøð og tyrvingarpláss í Trøllavík
Í Trøllavík norðanfyri Hov í Suðuroy hevur IRF eina umhvørvisgóðkenda umlastingarstøð og tyrvingarpláss. Alt burturkast, sum skal brennast ella endurnýtast, og pappír og papp, verður tømt úr innsavningarbilunum í flytiligar trýstbingjur. Trýstbingjurnar verða síðani fluttar til Brennistøðina ella Skiljihøllina á Hagaleiti í Leirvík.
Harafturat verða jarn- og metallutir, hvítvørur, bilar, stórsekkir o.a. umlastað á støðini í Trøllavík og síðani flutt av oynni, í flestu førum norðurum og í øðrum førum av landinum.
Oljureinsiverkið
IRF rekur Spilloljuverkið á Hagaleiti í Leirvík. Spillolja og oljudálkað vatn verður reinsað og verður ein stórur partur av spilloljuni selt aftur til endurnýtslu, meðan vatnið verður reinsað og leitt útaftur á sjógv.
Seinastu árini hevur Spilloljuverkið tikið ímóti umleið 3.500 rúmmetrum av spillolju, oljudálkaðum vatni, meðan 1.400 til 1.500 rúmmetrar av reinsaðari spillolju eru endurnýtt.
Í 2016 fekk Spilloljuverkið altjóða ISO 14001:2015 umhvørvisgóðkenning, umframt at vera umhvørvisgóðkend.
Verkstaðið
IRF hevur verkstað í Klaksvík til umvæling og viðlíkahald av egnum bilum, bingjum og tangum. IRF hevur 20 størri flutningsbilar og einar 400 bingjur og tangar.
Rottanga- og tyrvingarplássið úti í Nýggjheiðum í Kvívík
Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum, sum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, fer at taka ímóti øllum tyrviburturkasti og rottangaevju úr øllum landinum, soleiðis at alt er savnað á einum stað.
J&K Petersen stendur fyri byggingini, sum væntandi verður liðug síðst í 2022.
Tyrvingarplássini
IRF hevur 5 tyrvingarpláss kring oyggjarnar. Tyrvingarplássini eru til:
• burturkast, sum ikki skal brennast
• burturkast, sum ikki kann endurnýtast
• burturkast, sum ikki er serliga dálkandi.
Hesar treytir gera, at sera lítið verður tyrvt í dag. Øll tyrvingarpláss hjá IRF eru umhvørvisgóðkend.
Rottangaplássini
IRF tømir rottangar hjá øllum húskjum og virkjum í IRF-økinum regluliga. Í skipanini eru 11.500 tangar.
Í hesum sambandi rekur IRF fimm umhvørvisgóðkend evjupláss. Á evjuplássunum verður evjan úr rottangunum viðgjørd við kálki, áðrenn hon verður latin í goymslubrunnarnar. Viðgerðin minkar um luktin og drepur smáverurnar í evjuni. Eftir tveimum árum kann evjan breiðast á tyrvingarpláss hjá IRF.