Mál

image_pdf

Í tráð við umhvørvispolitikkin hevur IRF sett bæði langtíðar- og stutttíðarmál.

Langtíðarmál (2030):

  • IRF skal endurvinna 50%, brenna 47% og tyrva 3% av burturkastinum í 2030
  • CO2-útlátið skal minka við 25% í 2030  við støði í 2023 tølum.
  • Øll avlopsorkan hjá IRF skal endurnýtast í 2030
  • Í 2030 eru varandi orkukeldur á øllum støðum.

Stutttíðarmál (2025/26):

  • Betra um fráviksskipanina – fáa øll starvsfólk og allar deildir við. 
  • Samstarva við kommunur og havnir um at betra um skiljingina
  • Endurvinna glas og keramikk í Føroyum 

Her kanst tú síggja eina samanumtøku av málunum fyri 2024