UM IRF

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.

Hjá IRF starvast umleið 100 fólk. Virksemið hjá IRF fevnir um:

• Innheintan av húsarhalds – og virkisburturkasti
• Endurnýtslu
• Brennistøð
• Reinsitænastu
• Spilloljureinsiverk
• Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
• Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
• Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
• Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
• Bilverkstaður í Klaksvík

IRF hevur sett eina grøna kós fyri felagsskapin og byggir virksemi sítt á hugsjónina um ringbúskap. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins:

Vit gera Føroyar grønar

Henda visjónin vísir á grønu kósina, sum felagið støðugt arbeiðir fram ímóti.

Víttfevnandi virksemi er vorðið savnað undir einum hugtaki, ið nú stendur sum missión felagsins, og sum lýsir dagliga virksemi hjá IRF:

Vit halda Føroyar reinar

Við at burturbeina alt tað, sum annars kundi dálkað Føroyar, heldur IRF Føroyar reinar. Hesa missión kunnu øll starvsfólkini hjá IRF savnast um og vera errin av.

Starvsfólkahópurin hjá IRF telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. IRF er errin av sínum starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu  av stórum samfelagsligum týdningi. Hvar hevði alivinnan og ferðavinnan verið, um alt burturkastið enn fór fyri bakka?

Les meira um umhvørvispolitik felagsins her.