Arbeiðsfólk til endurnýtsluna hjá IRF á Gjánoyri

Vit søkja eftir einum arbeiðsfólki til endurnýtsluna hjá IRF á Gjánoyri.

Uppgávurnar hjá endurnýtsluni á Gjánoyri eru móttøka, skiljing, lossing og avskiping av endurnýtslutilfari. Vit leggja stóran dent á, at økið sær reint og ruddiligt út. Arbeiðið verður skipað í samstarvi við formannin á plássinum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir við at koyra størri maskinur, so sum gravimaskinur og trukkar
  • ert von/vanur við viðlíkahald av maskinum
  • ert røkin og hevur góðan ordan í
  • ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
  • ert tænastusinnað/ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 41.000 tons av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn- og setanarviðurskiftir

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er á Gjánoyri. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum sum skjótast.

Setanarviðurskifti

Umsókn, lívsrensl og møgulig ummæli skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi mikudagin 19. januar.                         

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14.

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.