UMHVØRVISPOLITIKKUR

image_pdf

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast og spillivatn á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás.

Tað er somuleiðis ein skylda hjá IRF at halda galdandi sáttmálar, komandi lógir/reglur innan umhvørvisøkið, og hava ein aktivan leiklut tá nýggjar lógir og reglur verða gjørdar fyri umhvørvisvernd í Føroyum. Les meira um ISO-14001 og aðrar umhvørvisgóðkenningar hjá IRF.

IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari.

Við støði í hesum hevur IRF orðað ein umhvørvispolitikk, sum kann býtast í fýra økir:  

1. Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
Øll nýtsla og framleiðsla hjá IRF skal vera ábyrgdarfull og burðardygg. Harumframt er tað ein av fremstu uppgávum felagsins at upplýsa og eggja til fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti í Føroyum.

2. Reint havumhvørvi
IRF skal virka fyri, at einki burturkast ella onnur skaðilig evni verða latin á sjógv.

3. Grøn og skynsom orkunýtsla
IRF skal hava eina grøna og skynsama orkunýtslu, og orkuframleiðslan hjá IRF skal gagnnýtast til fulnar.

4. Eitt av Føroya bestu arbeiðsplássum
IRF skal vera eitt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast, og har fyrilit verður sýnt tilfeinginum hjá einstaka starvsfólkinum. Harumframt skal IRF vera ein virkin og samskipandi samstarvsfelagi á almenna pallinum og á umhvørvisøkinum sum heild.

Á hvønn hátt er umhvørvispolikkurin partur av dagliga virkseminum og rakstrinum hjá IRF?

Við støði í umhvørvisstýrisskipan felagsins er umhvørvið fastur táttur í øllum avgerðum felagsins viðvíkjandi rakstri, rakstrarbroytingum, komandi verkætlanum og íløgum. Alt virksemið hjá IRF verður framt á umhvørvisliga besta hátt.

IRF veitir borgarum og vinnukundum eina skilagóða og skjóta tænastu, og allir borgarar og vinnukundar fáa kunning um, hvussu burturkast skal skiljast, soleiðis at tilfeingið á besta hátt verður hildið í ringrás.