Bilførari til reinsitænastuna hjá IRF

Hevur tú stóra koyrikortið? Og hevur tú góð samstarvsevni? So er hetta starvið nakað fyri teg.
IRF søkir bilførara til reinsitænastuna. Starvið er eitt tíðaravmarkað starv innan spillolju og oljudálkað vatn. Reinsitænastan hjá IRF heintar spillolju og oljudálkað vatn kring alt landið. Somuleiðis hevur reinsitænastan til uppgávu at tøma allar rottangar og reinsiverk í limakommununum. Innkomna evjan verður viðgjørd og reinsað hjá IRF ávíkavist á Hagaleiti og í Nýggjheiðum.
Arbeiðsuppgávur í reinsitænastuni
- heinta spillolju og oljudálkað vatn
- reinsa tangar og kjølar
- opa og reinsa kloakkir, rør, tangar o.a.
- tøma uppsamlingsbrunnar
- tøma rottangar
- reinhald av bili og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
- aðrar líknandi uppgávur
Vit vænta av tær, at tú
- hevur stóra koyrikortið
- hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- ert røkin, álítandi og jalig/ur
- ert likamliga væl fyri
- ert tilvitað/ur um, at koppseting er neyðug fyri at røkja hetta starvið
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskiftir
Starvið er fulla tíð umframt vaktarskipan um kvøldið og í vikuskiftum. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 31. januar 2027. Starvstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/KAF.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 26. februar 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara fyri Innsavning og reinsitænastu á tlf. 234223 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Les meira og søk starvið her: Bilførari til reinsitænastuna
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.