1

Skalt tú byggja ella umvæla hús?

Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at byggja ella umvæla hús.

Áðrenn bygging/umvæling

Tá ið tú fert í gongd við tekningar í sambandi við húsabygging ella umvæling, er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti:

  • Rottangi: Tað er umráðandi at rottangin hevur røttu staðseting og er lættur at koma til. Les meira um krøv til rottangar á hesi leinkju.
  • Ruskstativini: Ruskstativini skulu standa úti á sjónligum stað. Fyri húsarhald við einum gráum posa, skal stativið standa í mesta lagi 20 metrar frá koyrivegi. Har tað eru 6 fólk ella fleiri, heintar IRF tveir gráar ruskposar um vikuna frá húskjum, og tá er neyðugt at hava tvey ruskstativ til gráa posa. Hesi stativ skulu standa í mesta lagi 10 metrar frá koyrivegi. IRF heintar eisini hvíta posa, sum er til papp og pappír, frá húskjum. Tí er skilagott at hava eitt stativ til hvíta posa eisini. Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjari ogn, og tað er best, um ein plattur verður gjørdur undir ruskstativunum, soleiðis at stativini standa væl.

Meðan tú byggir/umvælir

Tá ið byggingin/umvælingin er farin í gongd, eru ymisk viðurskifti at hugsa um.

Burturkast
  • Leiga bingju: Vit hava ymisk sløg av bingjum og lastum, sum kunnu leigast. Sí prísir her. Minst til at skilja burturkastið, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er í hvørjari bingju/last. Sløgini eru:
    • Burturkast at brenna t.d. timbur, flamingo, møblar og skitið plast.
    • Papp og pappír til endurvinning. Í somu bingju kanst tú lata bleytt plast, men tað má latast í ein kláran plastposa. IRF selur klárar plastposar á 240 l, sí her.
    • Jarn/metal til endurvinning. Ymisk sløg sum t.d. kopar, aluminium og rustfrítt stál.
  • Keyp stórsekkir: Tú kanst keypa stórsekkir frá IRF til tyrviburturkast, t.d. steinull, glasull, PVC-rør, gips og asbest. Minst til, at gips og asbest ikki skulu blandast saman við øðrum burturkasti at tyrva. Asbest skal altíð vera pakkað inn, tá tað verður latið til IRF. Smærri asbest burturkast skal latast í stórsekkir. Størri asbest plátur skulu leggjast á ein platt og pakkast væl inn, soleiðis at asbest støv ikki verður spjatt.
  • Lat inn á bingjuplássið: Ymiskt burturkast kann eisini latast inn á bingjuplássið, sum verður sent til endurvinning t.d. leidningar, ljósrør, ljósperur, spreydósir og elektronikkur.

Meira um skiljing av burturkasti frá bygging og umvæling kann síggjast á hesi plakatini.

Innrætting
  • Køkurin: Tá ið køkurin verður teknaður, er týdningarmikið at minnast til, at pláss skal vera til eina góða skiljiskipan í køkinum. Vit mæla til, at hava minst fimm íløt í køkinum – eitt til pappír og papp, eitt til bleytt plast, eitt til glasíløt, eitt til jarn/metal og eitt til restburturkast. Eisini er vert at hugsa um pláss til eitt ílat til matrestir, soleiðis at húskið eisini kann skilja matin frá restburturkastinum t.d. við Bokashi. Fyri at eldur ikki skal standast av gomlum battaríum, mæla vit til, at tú goymir tey í krukku við loki á.
  • Kjallararúm/garaga: IRF heintar gráa, hvíta og reyða posa frá húsarhaldum. Hvíti posi er til pappír, papp og bleytt plast, reyði posi er til serburturkast t.d. battaríir (í krukku), ljósperur, spreydósir, kemisk evni og smærri elektroniskar lutir og grái posi er til restburturkast. Harafturat ber til at skilja húsarhaldsburturkast í fleiri aðrar bólkar, um tú fert á bingjuplássið sum t.d. glasíløt og dósir (dósamat) úr jarn/metal. Tiskil er skilagott at seta pláss av til ymisku skiljimøguleikarnar eitt nú í einum kjallararúmi/garagu.

Tú kanst taka ókeypis myndatekin at seta á ruskíløtini niður her.

Tá ið tú flytur inn

Tá ið tú flytir inn í húsini, boðar tú IRF frá tínum bústaði, soleiðis at tú verður meldað/ur til rottangatøming og innheintan av burturkasti. Tú kanst melda til her.

  • Rottangatøming: IRF tømir rottangar og felagstangar hjá limakommununum regluliga. Kunning um, nær IRF er á tínum øki, verður lýst á heimasíðuni hjá IRF og hjá kommununi. Minst til, at tangin skal vera lættur at koma til, at grava væl frá rundan um lokið, at lokið skal vera trygt, heilt og væl fest, men lætt at loysa og lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt. Best er, um lokið altíð er atkomuligt og at t.d. flag ikki verður lagt oman á lokið.
  • Innheintan av burturkasti: IRF heintar húsarhaldsburturkast eina ferð um vikuna. Um tú ikki hevur ruskstativ til hvíta posa, setur tú hann við síðurnar av gráa posa tann dagin, hann vanliga verður heintaður. Tað sama gert tú við reyða posa, tá ið hann er fullur. Minst til at gonguleiðin skal vera sløtt og føst, ljós, rein og ruddilig. Gonguleiðin má ikki vera hál og skal vera ruddað fyri kava og ís.

Vit ynskja tær alt tað besta við nýggja bústaðnum og gleða okkum til gott samstarv.