Summar- og frítíðarhús
Eigari av frítíðarhúsum og summarhúsum hava serligar reglur at taka hædd fyri, tá ið tað snýr seg um burturkast og rottangatøming. Her kanst tú lesa, hvat er galdandi.
Grái posi í frítíðarhúsum og summarhúsum
Limakommunurnar hjá IRF rinda fyri, at húsarhaldsruskið, hjá borgarum við skrásettum bústaði í kommununi, verður heintað. Tó er støðan øðrvísi, tá talan er um summarhús, frítíðarhús og stutttíðar leigumál-
Í hesum førum skal eigarin sjálvur keypa eyka gráar posar til húsarhaldsruskið. IRF heintar einans posar við IRF frámerki, og tí er umráðandi, at rættir posar verða nýttir. Á yvirlitinum HER kanst tú síggja, hvar tú kanst keypa gráa posa.
Tá ið posin er klárur at heinta, skal eigarin seta seg í samband við IRF á telefon 41 42 43 ella skriva til koyrideildin@irf.fo, so burturkastið kann verða heintað. Tú
Orsøkin til, at gráu posarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at prísurin eisini fevnir um tænastuna hjá IRF – tað vil siga bæði heintingina og at burturkastið verður burturbeint á rættan og umhvørvisvinarligan hátt.
Rottangatøming í frítíðarhúsum
Kommunan rindar somuleiðis fyri tøming av rottangum hjá fastbúgvandi borgarum. Eigari av frítíðar- og summarhúsum mugu tó sjálvir gjalda fyri rottangatømingina í hesum bústøðum. Øll frítíðarhús eru í eini fastari rottangarutu, og rottangin verður vanliga tømd eina ferð um árið.
Hvíti posi til summar- og frítíðarhús
Tað er ókeypis at nýta hvíta posa. Um tú ongan hvíta posa hevur eftir, kanst bíleggja hvíta posa HER.
Um tú leigar út til ferðafólk og útlendingar, kanst tú lesa okkara skiljivegleiðing her: Skiljivegleiðing á enskum