1

Ofta settir spurningar

Posin er ikki heintaður, hvussu geri eg fyri at fáa hetta í rætt lag?                          

Er posin ikki tikin, og ongin fráboðanarseðil frá IRF í postkassanum, kannar tú fyrst eftir, um tú hevur fylgt reglugerðini, sum er fyri innsavning av posum. Les hana her.          

Eru allar reglur fylgdar, sendir tú okkum eina fráboðan her.        

 

Eg havi ongar posar fingið, hvussu geri eg?

Fyri at fáa ruskposar, skal húskið vera skrásett í fólkayvirlitinum í kommununi, har tú býrt. Kommunan boðar síðani IRF frá, sum ber ruskposarnar út. 

 

Eg havi ongar posar eftir, hvussu fái eg fleiri posar?

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið. Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á hesi síðu. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Tí eiga posarnir frá IRF ikki at nýtast til annað enn ruskinnsavning.

 

Vit eru so nógv fólk í húsi, kunnu vit fáa fleiri posar?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski.

Í heilt serligum føri kann verða talan um húski, har umstøðurnar eru so háttaðar, at tørvur er á fleiri posum. Í slíkum føri kann ringjast til egnu kommunu at biðja um fleiri posar. Hevur eitt húski tveir posar um vikuna, er eisini neyðugt at hava tvey ruskstativ.

 

Kann eg brúka aðrar posar enn teir gráu frá IRF?

Innsavnararnir taka bert posar, sum IRF letur húsarhaldum. Svartir sekkir og aðrir posar mugu fólk sjálvi koyra á endurnýtsluplássið.

 

Hvussu geri eg, um eg ætli at leiga eina bingju/last?

Vit hava ymisk sløg av bingjum og lastum, sum kunnu leigast. Leigukostnaðurin er tengdur at støddini á bingjuni/lastini, tíðarskeiðið, hon verður leigað, umframt burturkastið, sum verður latið í bingjuna/lastina. Burturkastið skal vera væl skilt, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er í hvørji bingju/last. Les meira um treytir og prísir her.

 

Hvussu geri eg, um eg ætli at sleppa av við eitt bilvrak?

Vit taka ímóti bilvrakum í Suðuroy, Sandoy og Klaksvík. Fyri at lata eitt bilvrak fæst eitt innlatingargjald áljóðandi 4.000 krónur. Les meira um treytir og mannagongdir her.