HVÍTI POSIN

Hvíti posin er til endurnýtslu av pappíri og pappi. Posin verður heintaður, tá ið hann er fullur.

Reglugerð:
• Posin skal standa saman við gráa posa
• Posin er til alt reint papp og pappír
• Lat ikki persónlig skriv í posan
• Lat ikki djús- og mjólkapakkar í
• Lat ikki eggjabakkar í posan
• Stórar pappeskjur skulu á endurnýtsluplássið

Vilt tú vita meira?
Tá ið pappír og papp verður innsavnað, verður tað koyrt til Endurnýtsluna hjá IRF í Leirvík. Her verður tað pressað saman og sent til pappírsfyritøkur uttanlands, sum gera tað um til nýtt pappír. Pappír kann endurnýtast 7-10 ferðir

Tá ið pappírstrevjurnar eru endurnýttar so oftani, at meira nýtt pappír ikki kann gerast av teimum, tá verður pappírið í staðin nýtt til m.a. eggjabakkar. Hetta er orsøkin til, at eggjabakkar ikki kunnu endurnýtast.