REYÐI POSIN

Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast, t.d. allan tann kemiska lút tú nýtir til húsið, bilin, bátin o.s.fr. Eisini kann smærri elektronikkur latast til endurnýtslu.

Tá tú skalt lata reyða posa inn, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. So verður reyði posin tikin og tú fært ein nýggjan í staðin.

Reglugerð:
• Tryggja tær, at íløtini eru tøtt.
• Tryggja tær, at einki brotnar í posanum, t.d. perur.
• Lat lút vera í upprunaílatinum.
• Um tú hevur stoytt kemiskan lút í annað ílat, skriva so á hvat er í, so hetta kann handfarast rætt.
• Bind um reyða posan, tá ið hann er fullur, so einki fer úr.

Góð ráð:
Lat posan standa væl heima: Lat posan standa væl t.d. í spann, so perur o.a. ikki brotna.

Kyksilvur vandi tá spariperur ella ljósrør brotna:
Tá ið spariperur ella ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá slíkt brotnar – lat liggja! Slepp tær burtur, meðan tú luftar út í 30 minuttir. Rudda varisliga upp, pakka tað brotna væl inn og lat tað so í gráa posan. Ikki dustsúgva, tí tad breiðir kyksilvurið út.

Goym battaríir í krukku:
Fyri at eldur ikki skal standast av battaríum, verður mælt til, at tú goymir tey í krukku við loki á.

Lat alt vera í tøttum íløtum:
Um ymiskur húsarhaldsløgur verður blandaður saman, kann vandi vera fyri at eldur kyknar í ella skaðiligur dampur stendur frá.

Lat posan ikki gerast ov fullan:
Gerst posin ov fullur, er størri møguleiki fyri at ting brotna við vanda fyri tær og teimum, sum skulu handfara posan.

Heilivágur:
Leivdir av heilivági og sproytur skulu latast apotekum ella heimasjúkrasystrum.

Vil tú vita meira?
Tað serliga dálkandi burturkastið, sum kemur til IRF í reyða posa, verður pakkað og sent til burturbeiningar hjá góðkendum móttakara uttanlands.

Ein partur av burturkastinum verður brendur á serútgjørdum brennistøðum, ið brenna við serliga høgum hita. Á henda hátt verður eitraða burturkastið gjørt óskaðiligt, samstundis sum hitin frá brenningini fer til fjarhita og elveiting.

Ein annar partur av burturkastinum verður kemiskt viðgjørdur, meðan seinasta leivdin verður goymd á serútgjørdum økjum, t.d. í niðurløgdum námum.