Nú í tveir dagar hava fleiri skúlaflokkar vitjað Brennistøðina hjá IRF í Leirvík. Í gjár og í dag hava tilsamans 120 børn vitjað.
Næmingarnir verða vístir runt. Teir síggja Brennistøðina, Endurnýtsluna og Spilloljuverkið. Næmingarnir fáa eisini eina frágreiðing um arbeiðið, og dentur verður serliga lagdur á týdningin av at endurnýta.
Í nøkrum skúlum hava tey gjørt eitt sindur burturúr áðrenn, so næmingarnir vita nakað um virksemið hjá IRF.
– Næmingarnir, ið vóru her í gjár og í dag, vóru serliga áhugaðir í at læra um at verja umhvørvið, um endurnýtslu, og hvat verður av tí, vit endurnýta. Tað virkar, sum at børnini hava lættari við at skilja týdningin av, at tað er betri at skilja ruskið. Tað fellur teimum meira natúrligt at gera tað, sigur Adelbert Ellingsgaard, deildarleiðari í Reinsitænastuni og Endurnýtsluni hjá IRF.
Børnini síggja eisini, at IRF hevur nógv størri virksemi enn bara at savna ruskposar inn.
Hesar dagarnar hava tað verið børn úr Fuglafjarðar skúla, sum hava vitjað. Annars vitja næmingar ymsastaðni úr landinum, og barnagarðsbørn vitja eisini.
Sum gávu fingu børnini eina mateskju frá IRF.
Mynd:
Nakrir av næmingunum og lærarunum úr Fuglafjarðar skúla á vitjan hjá IRF. Næmingarnir hava fingið eina mateskju í part.