IRF hevði aðalfund í gjár, og ársúrslitið fyri 2020 gjørdist 730 tkr. í avlopi. Hetta er 669 tkr. betri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 6,4 mió. kr. hægri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 3,7 mió. kr. hægri, og starvsfólkakostnaður er 1,7 mió kr. hægri enn mett frammanundan.
Í 2020 hevur IRF gjørt íløgur fyri tilsamans 61,5 mió. kr. Av hesum vórðu 3,1 mió. kr. nýttar á Hagaleiti til Brennistøðina og Móttøkuhøllina, 12,6 mió. kr. til umsitingarbygningin á Hagaleiti, 35,4 mió. kr. í tyrvingar- og umlastingarplássum, og 10,4 mió. kr. vórðu nýttar til bilar og maskinur.
Bruttoúrslitið fyri 2020 gjørdist 60,9 mió. kr., sum er 3,5 mió. kr. meira enn í 2019. Fíggjarstøðan javnvigar við 227 mió. kr. í 2020 í mun til 185 mió. kr. í 2019.
Árið, sum fór
Eins og undanfarna ár er virksemið í 2020 merkt av nógvum byggivirksemi og spennandi verkætlanum hjá IRF.
Økt brenniorka á Brennistøðini
Brennistøðin, sum var liðugt umvæld í 2018, hevur staðið seg ómetaliga væl. Vit eru farin frá at brenna 55 tons um samdøgrið til í miðal 75 tons um samdøgrið. Økta brenniorkan kemur væl við, tí nøgdirnar av burturkasti eru nógv vaksnar seinastu árini. Tó er burturkastnøgdin í 2020 minkað 3% í mun til 2019.
Móttøkuhøllin roynist væl
Móttøkuhøllin, sum varð roynd í undanfarna ári, var liðug fyrst í árinum. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir við høllini eru nógvir, og hon er eitt stórt stig á grønu kós felagsins. IRF hevur nú møguleika at goyma timbur inni, og eisini verður alt tilfar kvarnað, áðrenn tað verður koyrt í køstin, sum ger, at tað er lætt at blanda tilfarið. Meira kann lesast um nýggju Móttøkuhøllina her.
Felags tyrvingar- og rottangapláss úti í Nýggjheiðum
Í 2019 skrivaðu IRF og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um at gera felags tyrvingar- og rottangapláss úti í Nýggjheiðum. Fyrsta byggistig, sum umfataði byggibúning v.m., var liðugt í 2020, og farið varð eisini undir 2. byggistig. Tá ið stórar íløgur verða gjørdar í felag heldur enn hvør sær, verður tað til gagns fyri allar føroyingar, tí kostnaðurin verður minni fyri hvønn borgara. Les meira um verkætlanina her.
Fleiri burturkastbólkar til endurvinning
Í 2020 fór IRF undir at endurvinna glas. Seinastu árini hava nógv spurt eftir hesum skiljimøguleikanum, so tað er gleðiligt at hetta nú ber til. Les meira her.
Eisini fór IRF undir eina stuðulsskipan, har felagsskapurin rindar helvtina av øllum bokashi-settunum, sum limakommunurnar lata borgarum sínum. Áhugin frá limakommununum vísti seg alt fyri eitt at vera stórur, og í 2020 vórðu yvir 700 bokashisett latin borgarum í 12 kommunum. Meira kann lesast um Bokashi her.
Samanumtikið hevur 2020 verið eitt sera hendingaríkt ár, og nógv bendir á, at 2021 fer at vera eins spennandi.