Í løtuni hevur IRF 9 starvsfólk, sum hava arbeitt hjá felagnum í fleiri enn 25 ár.
Á myndini eru (f.v.) Poul Samuelsen, Súsanna Joensen, Marius Jacobsen, Jógvan Páll Johansen, Ólavur F. Johannessen, Jógvan Páll Danielsen, Jónsvein Lilaa, Heini Jón Johannesen og Poul Andrias Joensen.
Jónsvein Lilaa, Jógvan Páll Danielsen, Marius Jacobsen og Heini Jón Johannesen starvast allir á Brennistøðini úti á Hagaleiti. Ólavur F. Johannessen starvast sum innsavnari av virkisburturkasti, og Jógvan Páll Johansen arbeiðir við innsavning og viðgerð av serburturkasti. Súsanna starvast í fyrisitingini, og Poul Andrias Joensen er stjóri í IRF.
Í fjør vóru 40 ár liðin, síðan IRF varð sett á stovn, og serliga tey fyrstu árini hjá felagnum leikaði tað mangan hart á. Eftir tógvið stríð fann Brennistøðin sítt pláss úti á Hagaleiti í Leirvík, og hon var tikin í nýtslu í 1989 – fyri gott 30 árum síðani.
IRF telur í dag á leið 100 starvsfólk, og bæði nevnd og leiðsla eru errin um hesi starvsfólk, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av alstórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.