Í 2017 útflutti IRF 801 tons av plastburturkasti til endurnýtslu. Tað er 50% meira enn árið fyri.
Talan er um aliringar, trol, garnaleivdir, innballingarplast, plastsekkir og einnýtisíløt (PET-fløskur).
Størsti vøksturin var í hørðum plasti, sum í 2017 var 235 tons í mun til 78 tons í 2016. Trol og nótir, sum í 2017 vóru 191 tons í mun til 119 tons í 2016 og einnýtisíløt úr plasti (PET-fløskur), har nøgdin í 2017 var 105 tons í mun til 72 tons í 2016.
IRF fegnast um gongdina og stuðulin til tí nýggju grønu leiðina hjá felagnum.