ISO-14001
Allar deildir hjá IRF hava altjóða ISO14001:2015 góðkenning. Hetta er ein góðkenning av umhvørvisstýrisskipan okkara.
Umhvørvisstýrisskipanin tryggjar, at IRF fylgir øllum lógarkrøvum og umhvørvisásetingum. Endamálið við skipanini er eitt nú at tryggja, at øll starvsfólk arbeiða eftir sama leisti, soleiðis at góðskan á arbeiðinum verður so góð og jøvn sum gjørligt. Samstundis er skipanin eitt gott amboð hjá IRF miðvíst at arbeiða við ásettum málum, so at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikkin her.
Góðkenningarnar kunnu síggjast og takast niður her.
Altjóða góðkenning fyri arbeið við heimsmálum
Harumframt hevur IRF fingið altjóða góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk.
Umhvørvisgóðkenningar
IRF er fevnt av umhvørvisverdarlógini kapittul 5 um serliga dálkandi virkir. IRF, sum hevur 28 limakommunur og virkar um stóran part av landinum, hevur hesar umhvørvisgóðkenningar:
- Tyrvingar- og evjupláss Nýggjheiðar (2019)
- Brennistøð og Endurvinningarhøll á Hagaleiti, Leirvík (2017)
- Umlastingarstøð í Gjánoyri (2017)
- Tyrvingar- og evjupláss Trøllavík (2014, 1995)
- Oljureinsiverk og Serhøll á Hagaleiti, Leirvík (2013)
- Goymsla til kálk og roykburturkast í Hvalvík (2007)
- Tyrvingarpláss Oyndarfjørður (2005)
- Tyrvingarpláss Junkarahaga (2005)
- Tyrvingar- og evjupláss Bøur (2005, 1995, ískoyti 2020)
- Umlastingarstøð í Trøllavík (2003)
- Tyrvingar- og evjupláss Sandarhagi (1999, 1995)
- Evjubrunnar Gjánoyri (1997)
Umhvørvisgóðkenningarnar hjá IRF síggjast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni undir punktunum ‘Burturkast – Goymslur og viðgerð’ og ‘Asfalt og olja’