Bókhaldari til IRF

image_pdf

Ert tú ein nærlagdur talknúsari, sum dámar, at tingini stemma? So er tað kanska júst tær, sum vit leita eftir til fíggjardeild okkara. Hjá IRF søkja vit eftir nýggjum starvsfelaga til bókhaldið. Talan er um eitt fast starv í sambandi við, at eitt av starvsfólkum okkara, sum hevur verið í starvinum í nógv ár, fer frá fyri aldur.

Um fíggjardeildina

Á fíggjardeildini starvast fýra fólk umframt fíggjarleiðarin. Fíggjardeildin tekur sær av øllum bókhaldi, lønum, greining av hagtølum, roknskapi og ymiskum rapportum.

IRF strembar eftir at ganga á odda á burturkastøkinum og at gera sítt fyri at gera Føroyar burðardyggari, og øll starvsfólkini hjá IRF eiga lut í hesum týdningarmikla arbeiði – eisini tú, um tú gerst partur av fíggjardeild okkara.

Arbeiðsuppgávurnar á deildini fevna m.a. um:

  • Bókhald
  • Roknskapar- og hagtalsuppgerðir
  • Debitor- og kreditorrøkt
  • Bankaflytingar
  • Lønarumsiting
  • Eftirlit
  • Tolling
  • Umsiting av teldupostkassa
  • Journalisering

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi ástøðiliga útbúgving innan bókhald, skrivstovu, fyrisiting, e.l.
  • hevur góðar telduførleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • ert tøkniliga forvitin
  • ert tænastusinnað/ur og tosar væl við kundar

Vit nýta skipanir so sum Dynamics 365 Business Central, Totalview, Løttløn, Nema journal, PowerBI og Jet Reports, og tað er ein fyrimunur, um tú kennir til hesar.

Vit bjóða

Vit bjóða tær ein spennandi gerandisdag, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og vit eru errin av hesum starvsfólkunum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. mai 2025. Starvsstaðurin er á høvðusskrivstovuni á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, ella annað sáttmálaøki, ið er viðkomandi fyri starvið.

Umsóknarfreist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 16. mars 2025.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til fíggjarleiðaran, Jóhannus Danielsen, á tlf. 23 42 16.

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.