Vikuna eftir páskir verða húsarhaldsposarnir heintaðir soleiðis í hesum økjum:
Í meginøkinum
Týsdagin 22. apríl
- Í Hósvík, í Hvalvík, í Saksun, í Streymnesi, á Langasandi, í Haldórsvík og í Tjørnuvík
 - Í Funningsfirði, í Funningi, við Gjógv, í Elduvík, í Oyndarfirði, á Hellunum og í Skálafirði
 - Á Stykkinum, í Kvívík, á Válinum, í Leynum og á Skælingi
 - Í Vestmanna
 - Í Sandavági, í Miðvági og í Vatnsoyrum
 - Í Sørvági, í Bø og í Gásadali
 
Mikudagin 23. apríl
- Undir Gøtueiði, á Skipanesi, í Søldarfirði, í Lamba, í Rituvík og í Æðuvík
 - Í Kolbeinagjógv, í Morskranesi og á Selatrað
 - Á Oyrarbakka, á Oyri og við Norðskála
 - Í Svínáum, við Ljósá og á Eiði
 
Hósdagin 24. apríl
- Í Fuglafirði og á Kambsdali
 - Í Saltnesi, á Toftum og á Nesi
 - Á Norðoyri, í Ánunum og í Árnafirði
 - Í Haraldssundi og í Kunoy
 - Í Depli, á Norðtoftum og í Hvannasundi
 - Á Viðareiði
 
Í Suðuroy
Týsdagin 22. apríl: Á Tvøroyri, í Fámjin og í Øravík
Mikudagin 23. apríl: Í Froðba, í Hvalba, í Sandvík, í Porkeri og í Hovi
Hósdagin 24. apríl: Í Sumba, í Lopra og í Vági
Alla aðrastaðnis verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt.