Ert tú tekniskt væl fyri og ynskir tú eitt starv, har tú hevur ábyrgd, fært tekniskar avbjóðingar, og sum hevur týdning fyri umhvørvi? So hava vit møguliga júst rætta starvið til tín.
Sum vaktarfólk á brennistøðini hjá IRF hevur tú ein lyklaleiklut í at tryggja at brenning og orkuframleiðsla fara fram á ein tryggan og umhvørvisligan hátt. Tú verður partur einari døgnvaktarskipan við seks vaktarfólkum við nógvum royndum og fakligum førleikum.
Um brennistøðina
Brennistøðin á Hagaleiti er snúningspunktið hjá IRF. Brennistøðin tekur í ímóti uml. 24.000 tonsum av burtukasti til brenningar árliga. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið, og mestum alt árið.
Arbeiðsuppgávur
Sum vaktarfólk ert tú partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
- Umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini
- Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
- Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta av tær, at tú
- ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving
- hevur góðan KT-førleka
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.
- tekur ábyrgd og dugir at taka skjótar fakliga grundaðar avgerðir
Ynskiligt er, at tú kanst byrja hálvan apríl ella eftir avtalu.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.
Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 19. mars 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.
Les meira og søk starvið her: Vaktarfólk til brennistøðina
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
