Ársfrásagnir og hagtøl

image_pdf

Øll hagtøl og frágreiðingar felagsins annars eru á finna í ársfrásøgnunum, ið kunnu takast niður sum pdf-fílur her.

Hagtøl 2024

Í 2024 tók IRF ímóti 36.113 tonsum av burturkasti. Hetta er 0,6% meira enn í 2023, tó beint undir miðalnøgdirnar seinastu fimm árini. Av samlaðu burturkastnøgdunum vórðu 63,6% brend, 24,0% fóru til endurvinningar, og 12,3% vórðu tyrvd. Samanborið við 2023 lækkaðu nøgdirnar at brenna 0,5 prosentstig í 2024. Endurvinningarnøgdirnar lækkaðu 1,3 prosentstig. Og nøgdirnar at tyrva hækkaðu 1,8 prosentstig.

Viðvíkjandi vøkstrinum í tyrvinøgdunum er týdningarmikið at hava í huga, at við nýggju støðini í Nýggjheiðum tekur IRF nú ímóti tyrviburturkasti úr øllum Føroyum. Tað byrjaði IRF við í mai 2023.

Niðanfyri her síggjast allar hagtalstalvur hjá IRF. Á síðunum 40-54 í ársfrásøgnini fyri 2024 eru frágreiðingar til talvurnar.