Burturkasttrappan vísir okkum, hvussu vit skulu handfara burturkast fyri at verja umhvørvið og fyri at leingja um livitíðina á virðismiklum tilfeingi og soleiðis halda tilfeinginum í ringrás.
Tað er IRF, sum hevur fingið ment føroysku burturkasttrappuna við íblástri frá líknandi trappum/pyramidum úr Svøríki og Danmark. Eitt nú er burturkastfyriskipanin hjá ES grundað á hugsjónina aftan fyri burturkasttrappuna.
Burturkasttrappan hevur fimm trin: 1. Fyribyrging, 2. Endurnýtsla, 3. Endurvinning, 4. Orkuútvinning og 5. Tyrving. Tess longur upp tú kemur á trappuni, tess betri er tað fyri umhvørvið.
Trin 5 : Tyrving
Niðasta trin á trappuni er tyrving, og hetta er, tá ið burturkastið verður grivið niður. Tá ið vit tyrva burturkast, fáa vit ikki gagnnýtt tilfeingið í burturkastinum. IRF arbeiðir tí við at flyta burturkastbólkar, sum í dag verða tyrvdir, upp eftir trappuni, soleiðis at tilfeingið í burturkastinum í størri mun kann haldast í ringrás.
Trin 4 : Orkuútvinning (Brenning)
Tá ið burturkast verður brent, ber til at gagnnýta hitan frá brenningini til fjarhita. Tískil er betri at brenna burturkast enn at tyrva tað. Vit kunnu tó bert brenna burturkastið eina ferð, og tískil verður tilfeingið í burturkastinum ikki hildið í ringrás, tá ið vit brenna tað.
Trin 3 : Endurvinning
Tá ið vit endurvinna burturkast, nýta vit tilfarið í burturkastinum til at gera nýggjar vørur. Eitt dømi um hetta er, tá ið trol verður endurvunnið og gjørt til nýggjar plastvørur. Tá verður tilfarið í burturkastinum nýtt umaftur, og á henda hátt verður tilfeingið hildið í ringrás.
Trin 2 : Endurnýtsla
Tú kanst gleða onnur við at lata innbúgv, klæðir, byggitilfar v.m., sum tú ikki longur brúkar, til onnur at endurnýta. Endurnýtsla kann eisini vera, at lutir fáa eina nýggja funktión heima hjá tær sjálvum – t.d. tá ið plattarammur verða til blómukassar. Endurnýtsla sparir bæði tær og umhvørvinum tíð, tilfar, orku og pengar.
Trin 1 : Fyribyrging
Tað allarbesta fyri umhvørvið er at fyribyrgja, at burturkast verður framleitt. Hetta gert tú við at vera tilvitað/ur um nýtsluvanar og innkeyp. Tú kanst t.d. velja at keypa góðskuvørur við longri livitíð heldur enn einnýtisvørur. Tú kanst keypa frá fyritøkum, ið hava eina skynsama og burðardygga framleiðslu, har spill í minst møguligan mun kemur fyri. Týdningarmest er tó at hugsa um bert at keypa tað, sum tú veruliga hevur brúk fyri, og í mest møguligan mun at nýta tað, sum tú hevur, ella møguliga læna frá øðrum.