Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent

Í juni mánað varð innan- og uttanhýsis ISO-skoðan framd hjá IRF, og nú eru allar deildir hjá IRF góðkendar sambært ISO-14001 fram til juli 2025.

Alt virksemið hjá IRF fekk á fyrsta sinni ISO-góðkenning í fjør, tí árini frammundan vóru tað bara tvær deildir hjá IRF, Oljureinsiverkið og Serhøllin, sum vóru umfataðar av umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001. Umframt at allar støðirnar hjá IRF nú eru ISO-góðkendar, hevur IRF fingið ISO-góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk. Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í seks av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og hann útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari.

Um ISO-góðkenningarnar

Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning, viðgerð og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.

ISO-leiðsluskipanir eru stýringsamboð, ið verða nýtt kring allan heimin. Endamálið við leiðsluskipanunum er eitt nú at tryggja, at øll starvsfólk arbeiða eftir sama leisti, soleiðis at góðskan á arbeiðinum verður so góð og jøvn sum gjørligt.

Hetta setur stór krøv til eitt nú mannagongdir og skrásetingar, og verður frameftir ein partur av gerandisdegnum hjá flest øllum starvsfólkum hjá IRF.

ISO-góðkenningarnar kunnu takast niður her: