Arbeiðsskúrur koppaði av vindi

Nógvi vindurin í gjár hevði við sær, at arbeiðsskúrurin hjá donsku fyritøkuni Boilerworks, fór á liðina omanav vegnum.

Boilerworks er donsk fyritøku, sum ger ein part av stóra umvælingararbeiðinum á Brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík.

Tíanbetur stóðst eingin persónsskaði av hendingini.