Ársfrásagnir og hagtøl

image_pdf

Øll hagtøl og frágreiðingar felagsins annars eru á finna í ársfrásøgnunum, ið kunnu takast niður sum pdf-fílur her.

Hagtøl 2023

Í 2023 tók IRF ímóti 40.298 tonsum av burturkasti. 13.497 tons vórðu endurvunnin, 23.015 tons vórðu brend, og 3.786 tons vórðu tyrvd (sí talvu 1 niðanfyri). Nøgdirnar tilsamans eru øktar seinasta árið, men liggja tó framvegis undir miðal fyri seinastu fimm árini.

Í mun til miðalnøgdirnar seinastu fimm árini liggja nøgdirnar til endurvinningar yvir miðal, meðan nøgdirnar at brenna og at tyrva liggja undir miðal.

Niðanfyri her síggjast allar hagtalstalvur hjá IRF. Á síðunum 13-25 í ársfrásøgnini fyri 2023 eru frágreiðingar til talvurnar.