Avloysarar við stórum koyrikorti

image_pdf

IRF søkir eftir summaravloysarum til at koyra bingjubilar í tíðarskeiðinum juni – juli – aug. Tað er krav, at umsøkjarar hava stóra koyrikortið.

Ynskiligt er, at byrjað verður sum skjótast.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Løn
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jógvan Júst Olsen á tlf. 23 42 16.

Umsókn
Skrivlig umsókn kann sendast til irf@irf.fo ella til IRF, Víkarvegur 107, 520 Leirvík.