Klárt og litað, bleytt plast. Plastið er bleytt, tá ið tú kanst binda ein knút við tí.
• Bløðruplast
• Pakkiplast frá vøruplattum
• Bleytt pakkiplast til møblar v.m.
• Plast, sum bløð og lýsingar eru í.
• Tunnu plastposarnar, tú fært í handlum til frukt
• Bleyti plastpakkin í legodósum og øðrum spølum/vørum.
• Plast frá t.d. klædnavørum, tú keypir
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Lat tað bleyta plastið í ein kláran posa og legg tað í hvíta posan. So verður plastið skilt frá í endurvinningarhøllini hjá IRF.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF
Hvar fer tað?
í endurvinningarhøllini hjá IRF í Leirvík verður plastið kroyst saman og sent uttanlands til plastfyritøkur. Hesar fyritøkur endurvinna tað í nýggjum vørum.
Hjá vinnufyritøkum verður plastið vanliga heintað, samstundis sum IRF heintar pappír til endurvinningar.