Fólk til Reinsitænastuna hjá IRF

Søkt verður við hesum eftir einum fólki til Reinsitænastuna hjá IRF at byrja skjótast gjørligt.

Reinsitænastan hjá IRF hevur m.a. hesar uppgávur:

  • tøma uppsamlingsbrunnar
  • opa kloakkir
  • heinta spillolju og oljudálkað vatn
  • reinsa tangar og kjølar
  • aðrar líknandi uppgávur

Krøv til umsøkjaran:
– Stóra koyrikortið og royndir við at koyra lastbil
– Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt

Galdandi sáttmáli:
Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skrivlig umsókn kann sendast til irf@irf.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið sunnudagin 8. mars 2020.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 41 42 43, Adelbert Ellingsgaard.

Vit bjóða
Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víttfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Um IRF
IRF hevur sett eina grøna kós fyri felagsskapin. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskja vit at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins at gera Føroyar grønar.

Víttfevnandi virksemi okkara er vorðið savnað undir einum hugtaki, sum lýsir dagliga virksemi hjá IRF: Vit halda Føroyar reinar. Við at burturbeina alt tað, sum annars kundi dálkað Føroyar, halda vit Føroyar reinar. Hetta kunnu øll starvsfólkini hjá IRF savnast um og vera errin av.