Í ávísum førum kunnu húsarhald hava tørv á fleiri posum enn teimum, sum eru fevnd av limagjaldinum hjá kommununi til IRF. Í slíkum føri kunnu borgarar søkja kommununa um eyka posar.
Tað áliggur einstøku kommununi:
• At gera og dagføra lista yvir borgarar við tørvi á eyka posum
• Leypandi at kunna IRF um broytingar í listanum, so IRF hevur greiðar karmar at arbeiða útfrá.
IRF veitir bert eyka posar til húsarhald, sum standa á listanum hjá kommununi.