Gamalt jarn verður endurnýtt

Síðstu dagarnar hevur handilsskipið Atlantic ligið við bryggju í Hvalvík. Skipið hevur tikið ímóti gomlum jarni frá IRF, sum skal til Grenå í Danmark.

Tað er gamalt jarn frá goymsluni hjá IRF á Gjánoyri, sum nú verður sent til Danmarkar til endurnýtslu. Fleiri stórir lastbilar føra jarnið av Gjánoyri til Hvalvíkar, og væntandi verða umleið 1.000 tons send avstað. Avskipað verður vanliga tvær ella tríggjar ferðir um árið.

Atlantic siglir undir føroyskum flaggi, og er enn skrásett í Streymnesi, har tað fyrr hoyrdi heima. Nú er tað Assens Skibeværft, sum eigur skipið.


Torleif Johannesen hevur tikið myndirnar.