Gips skal latast til IRF fyri seg

Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini.

Gips skal latast til IRF fyri seg, og ikki blandast saman við øðrum burturkasti, eftir nýggjari reglugerð frá Umhvørvisstovuni.
Gips má latast inn í posa, so vatn ikki sleppur framat, tí tá er tað ikki til at fáast við.
Privat lata gips inn á kommunalu endurnýtsluplássini. Vinnulívið letur tað til IRF á Gjánoyri.

Tyrvt
Gips verður tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger fyri umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi. Gips verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.
Lesið meira á síðuni hjá IRF, hvussu tað, ið skal tyrvast, skal burturbeinast. Sí her.