Glaskrukkur verða ikki endurnýttar

Vanligar glaskrukkur verða í dag brendar saman við tí vanliga húsarhaldsruskinum. 

Orsøkin er, at seinast brennistøðirnar savnaðu glas saman til endurnýtslu, var sera trupult at sleppa av við tær aftur, tí glasið var ov skitið, tá ið tað kom inn.

Kommunala Brennistøðin í Tórshavn gjørdi fyri nøkrum árum síðani eina kanning av, hvørji umhvørvisárin eru av at ávikavíst endurnýta og brenna glaskrukkur.

Niðurstøðan hjá COWI, sum gjørdi kanningina, var, at tað er meira dálkandi fyri umhvørvið at sigla glaskrukkurnar uttanlands til endurnýtslu, heldur enn at brenna tær.

Glas er sum kunnugt gjørt av vatni og sandi og viðførir tað ikki dálking, at brenna tær.

Í trá við kanningina valdi IRF at brenna glaskrukkur frá húsarhaldum.

IRF ger vart við, at lokini á krukkunum ikki skulu brennast. IRF vil tí heita á fólk um at taka jarnlokini av krukknum og lata lokini til jarnendurnýtslu, saman við til dømis skolaðum matblikkum og øðrum smájarni úr húsarhaldinum.