Góð ráð í sambandi við húsabygging og umvæling

Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum í mong ár frameftir, og  tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti í sambandi við byggingina.

Áðrenn tú fert í gongd við byggingina ella umvælingina, er umráðandi at hugsa um staðseting av rottanga og ruskstativum. Rottangin má vera lættur at koma til, og lokið má altíð vera atkomuligt. Ruskstativið skal í mesta lagi standa 20 metrar frá koyrivegi, men hevur húskið fleiri ruskstativ, kunnu tey í mesta lagi standa 10 metrar frá koyrivegi.

Tá ið byggingin/umvælingin er farin í gongd, ber til at leiga bingju ella last frá IRF. Tað er sera týdningarmikið at skilja burturkastið, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er í hvørjari bingju/last. Stórsekkir kunnu keypast til tyrviburturkast sum t.d. glasull, gips og asbest.

Í sambandi við tekning av køki, er týdningarmikið at minnast til, at pláss skal vera til eina góða skiljiskipan í køkinum. Vit mæla til, at hava minst fimm íløt í køkinum – eitt til pappír og papp, eitt til bleytt plast, eitt til glasíløt, eitt til jarn/metal og eitt til restburturkast. Eisini er skilagott at seta pláss av til ymiskar skiljimøguleikar eitt nú í einum kjallararúmi/garagu.

Tá ið tú flytir inn í húsini, boðar tú IRF frá tínum bústaði, soleiðis at tú verður meldað/ur til rottangatøming og innheintan av burturkasti.

Meira kunning kann lesast her um ymisku tænasturnar frá IRF í sambandi við bygging/umvæling.