Góð ráð um bokashi

image_pdf

Staðseting av bokashi-spannini? Best er um spannin stendur inni (15-25°C), og at hitin er javnur, tvs. at spannin ikki stendur í beinleiðis sól. Nøkur hava roynt at hava bokashi spannina í hjalli. Havast skal tó í huga at kaldari spannin stendur, seinni arbeiða smáverurnar, og tí er møguligt at súrnanin ikki eydnast líka væl. Royn ymsar møguleikar, sum passa til títt húsarhald.

Eta skaðadjór súrnaðar matleivdir? Rottur og onnur skaðadjór dáma ikki súrnaðar matleivdir so sum bokashi. Í økjum har nógv rotta er og lítið av mati, kann rotta tó leggjast á bokashi. Fyri at fyribyrgja hesum, skalt tú, tá tú hagreiðir bokashi úti, fyrst og fremst blanda tað væl við mold. Tess betur matleivdir eru sundurbýttar og blandaðar við mold, minni lukta tær og draga ikki skaðadjór til sín. Eftir at tú hevur blandað matleivdirnar og moldina væl, skal eitt lag av mold leggjast oman á. Vanligt er at leggja uml. 7 cm, men er nógv rotta, er viðmælt at leggja 30-40 cm.

Hvat inniheldur bokashi-gerin? Gerin er ein blanding av virknum smáverum, sum eru vanligar í náttúruni. Gerin kann eisini nýtast til at fyribyrgja ringum lukti, t.d. við at lata dustsúgvaran súgva nakað av ger og soleiðis fyribyrgja ringum lukti í posanum, ella stroya eitt sindur av ger í illaluktandi skógvar. Eru nógvar restir av fiski í spannini, verður mælt til at lata meiri ger í, tí fiskur inniheldur nógv protein, ið eru torførari at bróta niður.

Hvussu kann eg nýta bokashi-vætuna? Vætan kann nýtast til taðing, men hon er súr og skal tí tynnast 1:100 (tvs. 1 dl. væta til 10 l. vatn). Ótynt væta kann stoytast í frárenslið í køkinum ella á vesinum. Bokashi-vætan er við til at skapa eitt sunt smáveruumhvørvi í frárensli og rottanga.

Av og á hendir tað, at eingin bokashi-væta kemur úr spannini. Hetta merkir ikki, at nakað er galið. Mongdin av vætu veldst um, hvat vit lata í spannina. Letur tú nógv grønmeti og frukt í, fært tú meira vætu, enn um tú letur nógv breyð, rís og pasta í. Um tú ynskir vætu, men hevur nógvar turrar matleivdir, ber til at bloyta hesar, áðrenn tær fara í spannina.

Vasking av bokashi-spannini? Tá tú hevur hagreitt súrnaðu matleivdirnar úti, skal spannin vaskast. Í spannini er ein rúgva av virknum smáverum, sum gera gagn undir súrnanini. Fyri at varðveita hesar smáverur, skalt tú ikki nýta sápu, men í staðin skola spannina við vatni og lata edik í skolivatnið fyri lukt. Fyll spannina við vatni, skrúva kranan frá og lat vatnið renna ígjøgnum. Tá ið vatnið er klárt, skrúva fyri og turka spannina, og hon er klár at brúka aftur.

Hví er tað moðið/hýggiskotið í spannini? Um tað verður moðið í spannini, merkir hetta, at “skeivt slag” av smáverum eru í spannini. Orsøkin er helst, at tú brúkar ov lítið av ger, ella at matleivdirnar eru í ov stórum stykkjum. Tá ein spann er blivin moðin, skalt tú lata eina rúgvu av ger oman yvir, soleiðis at “góðu” smáverurnar kunnu taka yvir aftur. Eftir hetta, fyllir tú í spannina sum vanligt og minnist til at skera matleivdirnar eitt sindur smærri.

Hvat geri eg við spannina, tá eg fari at ferðast? Um tú hevur eina hálvfulla spann og skalt út at ferðast, ber til at lata spannina standa, sum hon er, ella at leggja eina síðu úr einum dagblaði oman yvir matleivdirnar, soleiðis at luft ikki sleppur til. Tað bilar einki, um spannin stendur longri enn 14 dagar. Tú byrjar bara at fylla í spannina sum vanligt, tá tú kemur aftur.

Lokið er vorðið ótætt? Súrnanin av matleivdum fer fram í einum umhvørvi uttan luft, og tí er týdningarmikið at lokið er tætt. Um tú stáplar tínar bokashi-spannir oman á hvørja aðra, er skjótt at lokið gerst ótætt. Fyri at verja lokið, skalt tú í staðin leggja eina plátu ella bók ímillum.