GRÁI POSIN

image_pdf

Grái ruskposin er til dagliga húsarhaldsruskið at brenna. Grái posin verður tikin einaferð um vikuna. Posarnir verða vanliga heintaðir millum klokkan 07 og 16, undantikið í vikum við halgidøgum og frídøgum.

Grái posin er ætlaður til ruskstativið. Nýt hann ikki til annað, tí annars fert tú at mangla.
Tú fært posar til eina ársnýtslu frá IRF. Hevur tú tørv á fleiri posum, kanst tú keypa teir í ávísum handlum, sí yvirlitið niðanfyri. Minst til, at IRF bert savnar posar við egnum frámerki á.

Reglugerð:
  • Grái posin skal hava egið stativ uttanfyri húsini. Stativið skal standa á sjónligum stað frá koyrivegi.
  • Stativið má í mesta lagi standa 20 metrar frá koyrivegi.
  • Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjari ogn.
  • Posin skal vera ein gráur IRF-posi.
  • Gonguleiðin til stativið skal verða sløtt, ljós og ruddilig. Tá ið hált og kavi er, skal gonguleiðin vera ruddað og trygg at ganga á.
  • Einki spískt má latast beinleiðis í gráa posan.
  • Bint knút á smáu ruskposarnar, áðrenn tú letur teir í gráa posan.
  • Grái posin má í mesta lagi viga 20 kg.
  • Grái posin má ikki fyllast upp um strikuna, sum gongur tvørturum posan í erva.
  • Hundar og onnur djór mugu ikki vera til ampa fyri innsavnaran.
Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til:

• Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla.
• Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
• Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
• Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
• Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið

Gráir posar í summarhúsum/frítíðarhúsum

Limakommunurnar hjá IRF rinda fyri, at húsarhaldsruskið hjá øllum borgarum við skrásettum bústaði í kommununi, verður heintað. Er talan sostatt um stutttíðar leigumál, summarhús, frítíðarhús og tílíkt, má eigarin av hesum bústaði keypa eyka gráar posar til endamálið. IRF heintar bert posar við frámerki felagsins og avtala má gerast um heinting. Yvirlitið niðast á hesi síðu vísir, hvar gráir keypsposar fáast til keyps.

Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið var heintað og burturbeint á rættan hátt.

Hvussu nógvar posar fáa vit hvørja ferð?

Í mars og september ber IRF posar út. Hetta er partur av tí tænastu, sum kommunan hjá tær rindar fyri. Hvørja ferð fært tú 28 gráar posar, og hetta strekkir til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at tú hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tit hava rætt til fleiri posar, um:

  • Tit eru seks fólk ella fleiri í húsinum
  • Tað eru fleiri enn eitt húski í húsinum
  • Serligur tørvur er í húsinum

Eyka posar fáast við at boða kommununi frá, sum síðani boðar IRF frá.

Mangla posar, áðrenn nýggir verða bornir út, kanst tú keypa eykarull í ávísum handlum kring landið. Niðanfyri her sært tú, hvar IRF-posar fáast til keyps. Ruskbilurin heintar bert posar frá IRF, ikki aðrar posar.

Posin ikki tikin? 

Er posin ikki tikin, og ongin fráboðanarlepi frá IRF í postkassanum, kannar tú fyrst eftir, um tú hevur fylgt reglugerðini, sum eru fyri innsavning av posum. Ert tú sannførd/ur um, at allar reglugerðirnar eru fylgdar, ring so til IRF á telefon 41 42 43 ella send teldupost til irf@irf.fo, og sig frá, at posin ikki er tikin.

Handlar sum selja gráa posa

Rullini við gráum posum kosta 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli.

Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Gráir posar fáast til keyps á hesum støðum:

  • Fuglafjørður: FK handilin
  • Klaksvík: FK handilin og FAST
  • Leirvík: EFFO støðin
  • Miðvágur: FK handilin
  • Norðragøta: PE handilin
  • Norðskála: Á handilin
  • Saltangará: FK handilin og FAST
  • Sandur: Rólant Vidtfeldt.
  • Skála: Skálin
  • Strendur: Stranda Sentrum
  • Sørvágur: PE handilin
  • Suðuroy: IRF-støðin í Trøllavík
  • Suðuroy: FK í Trongisvági
  • Vestmanna: Á Vestmanna