Høvdavirkið (Faroe Marine Products) og IRF hava undirskrivað ein 10 ára fjarhitasáttmála.
Virkini, ið bæði liggja úti á Hagaleiti eystanfyri Leirvík, hava samstarvað í nógv ár. Við nýggja sáttmálanum er samstarvið um grønu orkuna tryggjað, og hetta gevur eitt gott grundarlag fyri virksemi hjá báðum pørtum.
Frá burturkasti til grønan fjarhita
Avlopshitin frá brendum burturkasti verður roknaður sum grøn orka. Tá ið vit gagnnýta hendan hitan, fáa vit nyttu burturúr brenniburturkastinum eina seinastu ferð, og harumframt minka vit um nýtsluna av øðrum orkukeldum.
Fjarhitin verður nýttur innanhýsis hjá IRF at hita Brennistøðina, Endurvinningarhøllina og Oljureinsiverkið við, og harumframt verður fjarhiti veittur Høvdavirkinum.
Í 2019 veitti IRF 19.849 MWh av fjarhita til Høvdavirkið, sum harumframt eisini nýtir reinsaða spillolju frá Oljureinsiverkinum hjá IRF.
Eitt virki í stórari menning
Síðan Høvdavirkið varð stovnað í 2001, hevur hugsjónin handan verkið verið at gagnnýta og virðisøkja størri partar av fiskarávørum til matna, heldur enn at hesir partar verða koyrdir burtur ella brúktir til djóraføði.
Á virkinum verða fiskahøvd og ryggir turkaðir og seldir til Nigeria, og sigast kann, at tað gongur væl hjá virkinum. 60 fólk starvast á Høvdavirkinum í dag, og tey hagreiða 12.000 tons av rávørum árliga.
Nevndir og leiðslur hjá ávikavist Høvdavirkinum og IRF fegnast um, at 10 ára fjarhitasáttmálin er undirskrivaður og síggja fram til nógv góð ár við gevandi samstarvi fyri báðar partar.