Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Hugsa um hvat kann fara í hvíta, reyða og gráa posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á bingjuplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.

Soleiðis skilir tú burturkastið um høgtíðina:

Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast. Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.

Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.

Reyði posi: Ljósperur, battarí (í krukku við loki), elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.

Bingjuplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.

Um tú vilt gera tað lættari at skilja burturkast, ber til at printa hesi myndatekin út og seta tey á ruskíløt: www.irf.fo/myndatekin-til-skiljing-av-burturkasti

IRF ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Við vón um gott samstarv í komandi ári, har vit í felag gera Føroyar grønari.