Savnsmynd - IRF

Hugsið um, hvat verður latið í gráa posan

So seint sum í dag hendi tað tíanverri, at ein av innsavnarum okkara skar seg illa av brotnum glasi, sum var koyrt í ein gráan posa uttan at vera pakkað inn. Tað er sera harmiligt, tá gáloysi førir til slíkar hendingar.  

Støðan kundi tó havt verið nógv verri, tí beint áðrenn hendingina hevði ein annar innsavnari borið tann sama posan á rygginum. Høvdu glaspettini tá vent ímóti rygginum á honum, kundi skaðin verið nógv álvarsamari.

Knívar, seymir, hvassir avskurðir og størri hvassir lutir skulu latast inn á kommunalu endurnýtsluplássini. Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn teir verða latnir í gráa posan.

Vit vilja staðiliga heita á tykkum øll um at hugsa um innsavnarar okkara og um hvat verður latið í posarnar hjá okkum.