HVÍTI POSIN

image_pdf

Hvíti posin er til endurvinning av pappi, pappíri og bleytum plasti. Posin verður heintaður, tá ið hann er fullur.

Reglugerð:

  • Posin skal standa saman við gráa posa
  • Posin er til alt reint papp, pappír og bleytt plast

Hvat kann latast í hvíta posan: 

  • Alt reint papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
  • Reinar pitsaeskjur
  • Reinir eggjabakkar
  • Vanligt gávupappír
  • Bleytt plast samlað í ein kláran posa

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.

Hvat kann IKKI latast í hvíta posan:

  • Skitið ella vátt pappír/eskjur
  • Pappír við matleivdum á
  • Papp við nógvari máling á
  • Djús-, jogurt- og mjólkarpakkar
  • Persónlig skriv og myndir
  • Dálkaðar pitsaeskjur
  • Dálkaðir eggjabakkar
  • Folio-gávupappír og gávubond

Hvítir posar verða bornir út eina ferð um árið

Rull við hvítum posum verða borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF eina ferð um árið. Í rullunum er 14 posar, og er hetta roknað til eitt ársbrúk hjá einum vanligum húsarhaldi.

Vilt tú vita meira?

Tá ið pappír og papp verður innsavnað, verður tað koyrt til endurvinningarhøllina hjá IRF í Leirvík. Her verður tað pressað saman og sent til pappírsfyritøkur uttanlands, sum gera tað um til nýtt pappír. Pappír kann endurnýtast 7-10 ferðir