Elbilaídnaðurin hevur tikið dik á seg mangastaðni í heiminum. Føroyar eru einki undantak, og seinastu fáu árini er eyðsýnt, at okkurt er hent á landsins elbilamarknaði.
Í august 2020 byrjaði ein verkætlan, sum skal lýsa, hvussu brúkt battarí úr elbilum verða handfarin á tryggan hátt í smáum londum, sum ikki eru partar av meginøkinum og hava fáar elbilar. Við í verkætlanini eru Føroyar, Ísland og Grønland.
Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, tekur lut í verkætlanini, ið kallast PROACTIVE.
Verkætlanin verður lýst í nýggjasta blaðnum Frøði, sum er eitt fólksligt vísindablað, ið kemur út tvær ferðir árliga.
PROACTIVE verkætlanin
At elbilarnir verða alsamt fleiri um allan heim, eggjaði svensku granskingarfyritøkuni Chalmers Industriteknik at fara undir eina verkætlan at finna út av, hvussu gomul battarí úr elbilum verða handfarin á tryggan hátt í smáum londum, sum ikki eru í meginøkinum og hava fáar elbilar. Tí vórðu trý norðurlendsk oyggjalond við fáum íbúgvum vald sum verkætlanarpláss. Tankin er, at um tað ber til at fáa eina skipan at rigga á hesum støðum, ber eisini til at fáa hana at rigga í einum og hvørjum øðrum landi og landaøki.
Endamálið við verkætlanini er at seta upp eina effektiva og trygga tilgongd til at handfara brúkt battarí frá elbilum. Verkætlanin fevnir um tilgongdir í sambandi við at savna, pakka og undanviðgera battarí úr elbilum, at skipa leiðreglur og at venja starvsfólk.
Heitið á verkætlanini er PROACTIVE (Towards a Process of Efficient and Safe Electric Vehicle Battery Handling in the Island Nordic Countries). Hon byrjaði seinast í august 2020 og heldur fram til seinast í 2022.
Øll greinin í Frøði kann lesast her: