Í starvsvenjing hjá IRF

Jákup Vatnhamar Olsen er í løtuni í starvsvenjing hjá IRF. Jákup er útlærdur maskinsmiður og lesur framleiðslutøkni á Glasi.  

Jákup er longu komin væl í gongd úti á Brennistøðini. Hann arbeiðir við teoretiskum uppgávum og leggur arbeiðir til rættis, og hann fær eisini lut í praktiskum arbeiðsuppgávum. Hann hevur staðið fyri dagføringini av ljósunum á Brennistøðini, sum nú eru útskift frá ljósstoffrørum til LED-armaturir. Í løtuni arbeiðir hann við at gera eina ljóðdoyvandi loysn til hydraulikpumpuna á nýggju kvørnini í Móttøkuhøllini.

Jákup hevur áður starvast hjá IRF í styttri tíðarskeiðum, bæði sum innsavnari og sum arbeiðsfólk úti á Hagaleiti. Hann kennir tí til virksemið hjá felagnum og helt, at tað var eitt upplagt stað at fara í starvsvenjing.