IRF endurnýtti í fjør 20% meira av plasti í mun til árið fyri

Umframt at IRF á vári í ár fekk viðurkenning frá endurnýtslufyritøkuni Plastix fyri endurnýtslu av trolum og gørnum, so eru vit væl nøgd við, at at IRF í fjør endurnýtti 20% meira av plasti í mun til árið fyri.

Í fjør endurnýtti IRF 533 tons av plasti. IRF arbeiðir fyri støðugt at økja um mongdina til endurnýtslu, við hjálp frá kundum okkara.

Endurnýtslan av plasti fevndi um:
– 264 tons bleytt plast, t.v.s. klárt og reint pakkiplast, fóðurposar frá alivinnuni v.m.
– 119 tons trol og net.
– 78 tons aliringar og rør
– 72 tons einnýtisfløskur

Tøknin at endurnýta pakkiplast frá húsarhaldum, t.d. frá matvørum er enn ikki so framkomin, at tað umhvørvisliga gevur meining at sigla plastið úr Føroyum til endurnýtslu uttanlands, har ein munandi partur kortini verður brendur.

Sum nú er, er tað umhvørvisvinarligari at brenna tað her í Føroyum, har roykurin eftirfylgjandi verður væl reinsaður. Men vit meta, at møguleikarnir fara at betrast um fá ár, og fylgja vit gongdini innan økið.

Sí film um endurnýtslu av plasti við at trýsta á her.