IRF hevur funnið eina góða fyribils loysn at handfara stóru nøgdirnar av ruski, sum í løtuni verða latnar til Brennistøðina.
Í vikuni fekk IRF eina rusk-ballimaskinu úr Danmark. Hon stendur á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík. Í maskinuni verður ruskið ballað í plastballur.
Ballurnar minna um tær, sum bøndur balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700 – 750 kg, og megnar maskinan at balla áleið 30 ball um tíman.
Ballurnar verða goymdar á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi ár, tá ið tær verða brendar.
IRF hevur áður havt eina tílíka ballimaskinu í Føroyum. Tað var, tá ið IRF fyri fleiri árum síðani umvældi ovnin, og longri steðgur var í. Tá varð gjørt á sama hátt sum nú, at balla ruskið. Hesa loysn kenna vit, og riggar hon avbera væl til slíkar serstøður sum hesa, vit nú eru komin í, sigur IRF.
Tað er sera nógv rusk niðurfyri at balla hjá IRF, og fer tað at taka eina viku ella so at minka um trýstið.
Vit vilja takka kommununum, vinnuni og fólki annars fyri at sýna neyðugt tolsemi í hesi serstøðu, vit eru komin í, sigur IRF.