IRF hevði yvirskot á 9,3 mió. kr.

IRF hevur havt aðalfund í dag á Hotel Hafnia. Rakstrarúrslitið fyri 2017 gjørdist eitt yvirskot á 9,3 mió. kr., sum er 4,9 mió kr. betri enn í 2016.

Rakstrarúrslitið fyri 2017 er 6,3 mió. kr. betri enn mett frammanundan.

Bruttoúrslitið gjørdist 57,4 mió. kr., sum er 5,9 mió. kr. betri enn í 2016.

Inntøkurnar eru 8,9 mió. kr. hægri enn í 2016, meðan útreiðslurnar eru 3,9 mió. kr. hægri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 162,7 mió. kr. í 2017, í mun til 126,5 mió. kr. í 2016.

Samlaðu íløgurnar í 2017 vóru 16,9 mió. kr. Av hesum vóru 12,5 mió. kr. gjørdar á Hagaleiti, 1,2 mió. kr. í ymiska útgerð, 2,3 mió. kr. í ruskpláss og bingjur v.m. og 0,9 mió. kr. í Reinsitænastuna.

Samlaða lánsskuldin er 23,8 mió. kr. hægri enn í 2016, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,4 mió. kr. lægri.

Sí ársfrásøgnina her.