IRF keypt verkstaðið í Klaksvík

Í umleið 10 ár hevur IRF leigað hølið í Klaksvík, har bilverkstaðið heldur til. Nú hevur IRF keypt bygningin og økið rundan um frá Elmari Zachariasen. Yvirtøkan er pr. 1. februar 2022.

Á verkstaðnum umvælir og viðlíkaheldur IRF egnar bilar, bingjur og tangar. Uttanumøkið er stórt og verður m.a. brúkt sum savningarstað fyri bilvrak, áðrenn tey verða flutt til Kommunalu Brennistøðina í Havn til umhvørvisviðgerð.